Í fagrasta veðri í dag, bleiv kappróðurin á Norðoyastevnu avgreiddur í dag. Sólin skein frá bláum himli allan dag, so líkindini vóru av teim bestu. Tó var eystanlotið somikið stívt, at tað var eitt sindur trupult at leggja bátarnar, men samanlagt var róðurin væl fyriskipaður. Vit hava ikki fingið endaligu almennu úrslitini, so tað koma vit til seinni.
Niðanfyri nakrar myndir frá róðrinum í dag:




