Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjálvsognarstovnar – dem har fanden skabt

Oliver Joensen

Dáin 25 ár Røða hjá Eyðuni Mohr Hansen, almannastjóra:

Fyrsti stjórin á Almannastovuni Claus Herman skal í einari veikari løtu hava sagt orðini, at “Sjálvsognarstovnar – dem har fanden skabt”!

Við tað meinti hann ivaleyst, at fyri ein bureaukrat sum hann – og meg so eru sjálvsognarstovnar sum navnið sigur ikki so lættir at stýra suðuri úr Havn. Og so er tað spurningurin um tað er gott ella ringt … ella um tað ikki júst er meiningin!

Ein stórur partur av okkara vælferðartænastum her á landi eru stovnaðar av framfýsnum fólki, ið brendu fyri at veita okkara veikastu betri kor. Og so er eisini í hesum førinum, har fólk sum Karl Hansen, Hannefía Poulsen og Líggjas í Vágslíð, sum foreldraumboð fyri menningartarnaði børn í Norðoyggjum í 1988 saman við Javna mannaðu ein arbeiðsbólk at skipa umlættingarstovnin Dáan. Samstundis er tað almenna komið inn við fíggjarligum stuðli, og kommunan við byggilendi, so verkætlanin kundi gerast veruleiki. Hugsi at bæði Niels Pauli Danielsen, Karolina Petersen og at enda Tordur Niclassen táverandi landsstýrisfólk so ella so vóru við í fyrireikingunum.

Jóna Olsen fyrsti leiðarin á Dáanum – hevur greitt mær frá, at tað var Finnur Helmsdal sáli, sum umboðaði tað almenna í hesum arbeiðsbólki. Og júst spurningurin um hvussu stovnurin skuldi skipast fylti nógv. Finnur, sum umboð fyri tað almenna, bar á tað borðið, at stovnurin skuldi vera skipaður undir tí almenna – kanska fyri at tryggja sosialpedagogiska professionalismu og góða fíggarstýring, meðan foreldraumboðini ynsktu, at stovnurin varð skipaður sum ein sjálvsognarstovnur kanska fyri at tryggja sær, at tey sum avvarðandi høvdu ávirkan á tilboðið tað var hóast alt tey og teirra børn, sum stovnurin skuldi tæna.

Hetta var ein partur av fyrireikingini, sum fór fram í bestu meining frá báðum pørtum, og úrslitið kenna vit Dáin hevur verið ein tryggur karmur um ta umlætting, sum er veitt í Norðoyggjum hesi 25 árini.

Sum tað ofta verður tikið til í politikki: “Tað sum skilir okkum í dag, savnar okkum í morgin” – og tað vitnar henda søgan eisini um.

Tað er í dag alment viðurkent, at góðar tænastur netupp verða skaptar í hesum dráttinum millum sentral og lokal atlit. Eg kann í tí sambandi nevna, at Almannaverkið er farið undir at skipa brúkararáð á øllum stovnunum í Trivnaðardeplinum.

Endamálið er júst at tryggja, at okkara tilboð um alt landið verða tillagað lokala tørvin tørvin hjá teimum, sum vit eru til fyri.

Dáin er eisini í so máta eitt gott fordømi. Stýrið og leiðslan á Dáanum hava frá fyrsta degi og fram til dagin í dag verið sera lagalig at finna loysnir, tá tørvurin hevur kravt tað. Og tað eru vit í Almannaverkinum sera takksom fyri.

Í 25 ár hevur Dáin verið einasti stovnur av hesum slag, sum er bygdur til endamálið (Frítíðarheimið í Havn frá 1977 eru jú eini umbygd sethús). Men um ikki so langa tíð letur

nýggjur umlættingarstovnur upp í Runavík, og komandi ár stendur ein nýggjur umlættingarstovnur liðugur í Sandoynni.

Hetta gleða vit í Almannaverkinum okkum nógv til, tí tað er soleiðis vit ynskja at veita okkara tænastu at kunna bjóða so fjøltáttaða tænastu sum gjørligt, har tað eisini stendur fólki við breki í boði at liva sum longst í egnum heimi og í heila tikið sjálvi at hava ræðið á egnum lívi.

At enda vil eg takka tykkum í stýrinum – Jonu Nielsen, forkv., Elisabeth Joensen og Petur Martin Hansen, og eisini dagliga leiðaran Joan Midjord við starvsfólkum fyri innbjóðingina til hesa hugnaligu løtu, og fyri tað arbeiði tit dagliga leggja í at fáa Dáan og tey sum her eru at trívast.

Takk fyri!

Harleywoodpaint