Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjálvstýri fer ikki í valbólk saman við samgonguni

John William Joensen

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri váttar at tey fara ikki í valbólk saman við sammgonguni, um løgtingsnevndirnar skulu veljast av nýggjum. Formaðurin mælir til nýval.

Løgmaður hevur seinastu dagarnar hótt við at velja allar løgtingsnevndirnar av nýggjum, um meirilutin í fíggjarnevndini hjá løgtinginum avgjørdi at velja nýggjan nevndarformann.

Mendan hóttanin frá løgmanni vísir seg at verða tóm. Tí ger løgmaður álvara av hóttan síni kemur samgongan at missa enn meira ávirkan á arbeiði í løgtingsnevndunum.

Formaðurin í Sjálvstýrið váttar at tey fara ikki at verða partur av valbólkinum hjá samgonguni, sum flokkurin annars higartil hevur verið, og í stuttari viðmerking sigur Jógvan Skorheim at hann mælir løgmanni til at útskrivað løgtingsval.