Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjálvstýri fingið hækkað íløguna til Klaksvíkar Sjúkrahús

Jóhann Lützen

Umframt 15 mió. eyka til Klaksvíkar Sjúkrahús eru eisini settar 6,8 mió. av til nýggj amboð til Tekniska Skúla í Klaksvík, sum ikki hevur verið á fíggjarlógini fyrr

Umframt 15 mió. eyka til Klaksvíkar Sjúkrahús eru eisini settar 6,8 mió. av til nýggj amboð til Tekniska Skúla í Klaksvík, sum ikki hevur verið á fíggjarlógini fyrr

Á tíðindafundinum fyri løtu síðani legði Kristina Háfoss, fíggjamálaráharri, fíggjarlógaruppskotið fyri 2018 fram. Saman við fleiri ymiskum átøkum, sum landsstýrið ætlar at seta í gongd komandi ár, varð at enda kunngjørt, at samgongan hevði gjørt eina avtalu við Sjálvstýri fyri at breiðka um politiska uppbakningin fyri fíggjarlógini.

Somuleiðis nevndi landsstýriskvinnan, at avtalan við Sjálvstýri bar við sær, at tryggjast skuldi meiri virksemi og íløgur kring landið við hesari fíggjarlógini.

Samanbera vit hetta fíggjarlógaruppskotið við undanfarnar játtanarkarmar og fíggjarlógaruppskot, so er ein hækking á 15 mió. kr. nú sett av til íløgur í Klaksvíkar Sjúkrahús yvir tey komandi tvey árini, sum ikki hevur verið á skránni fyrr. Upplýst varð, at peningurin skuldi brúkast samsvarandi menningarætlanini.

Harafturat eru 6,8 mió. settar av til Tekniska Skúla í Klaksvík, sum heldur ikki vóru avsettar áður.

Norðlýsið hevur vent sær til Jógvan Skorheim fyri at hoyra nærri um semjuna.

– Vit hava valt at vera við í einari semju um fíggjarlóg hesaferð, tí vit meta tað vera neyðugt, at bæði virksemi og íløgur verða gjørdar kring alt landið. Tað hava vit megnað við teimum avsetingum, sum vit nú í felag hava fingið við á fíggjarlógina, sigur Jógvan Skorheim.

– Ein partur av semjuni er, at Klaksvíkar Sjúkrahús fær 15 mió. kr. afturat til íløgur, umframt tær 6 mió., sum landsstýrissamgongan frammanundan hevði sett av til sjúkrahúsið, og Tekniski Skúli í Klaksvík fær 6,8 mió. kr., somuleiðis til íløgur, og hetta fegnast vit sjálvandi um, sigur Jógvan Skorheim. 

– Samstundis fegnast vit eisini um at nýggj íløga verður gjørd í Vágum, eftirskúlin í Suðuroynni verður raðfestur, Húsarhaldsskúli Føroya fær stóra játtan saman við fleiri øðrum spennandi átøkum kring landið, upplýsir Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri.

Harleyfacadeacryl