Í landsfundarsamtyktini stendur m.a.:…Sjálvstýrisflokkurin staðfestur, at fiskurin er ogn Føroya fólks. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eigur, í sambandi við endurskoðanina av lógini um vinnuligan fiskiskap, at tryggja, at virðini av fiskiloyvum fella til landskassan.
Fundarsamtykt frá landsfundi Sjálvstýrisflokksins í Vágunum 5. mars 2005
Sjálvstýrisflokkurin heldur, at gransking, menning og útbúgving er sera týðandi fyri, at Føroyar kunnu vera við í búskaparligu menningini, sum vit síggja hana í londunum rundan um okkum. Miðað eigur at vera ímóti, at Føroyar koma á hædd við tað sum OECD mælir til, tvs. at umleið 3% av BTÚ verða brúkt til gransking. Tað er av stórum týdningi, at granskingin er málrættað og at vinnan er við.
Sjálvstýrisflokkurin staðfestur, at fiskurin er ogn Føroya fólks. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eigur, í sambandi við endurskoðanina av lógini um vinnuligan fiskiskap, at tryggja, at virðini av fiskiloyvum fella til landskassan.
Sjálvstýrisflokkurin stendur spyrjandi mótvegis førda fíggjarpolitikkinum hjá samgonguni. Samstundis sum samgongan gevur skattalætta, leggur hon upp til stórar útreiðslur til skúlar ellisheim við meira.
Sjálvstýrisflokkurin tekur undir við, at tað almanna framur bygnaðarbroytingar, við tí fyri eyga at fremja rationaliseringar. Flokkurin krevur tó, at tænastustøðið fyri borgaran og vinnuna ikki verður verri av hesum.
Í samband við bygnaðarbroytingar á Toll og Skattstovu Føroya, eftirlýsir flokkurin nøktandi grundgevingar og átalar harðliga framferðina hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Sjálvstýrisflokkurin krevur eisini, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum umgangandi ber so í bandi, at álit aftur verður á tilbúgving okkara.




