Leygardagin 29.oktobur hevur Sjálvstýrisflokkurin landsfund í Klaksvík
Fundurin verður á Restarurant Fortuna og byrjar við aðalfundi kl.1030.
Kl.1330 verður politiskt orðaskifti har løgtingsmaður floksins Kári P Højgaard leggur fyri. Millum tey evnini sum vera umrødd, er støðan á arbeiðsmarknaðinum og í vinnulívinum sum heild, nú arbeiðssteðgur júst hevur verið og stórar byltingar eru í vinnulívinum.
Kl.1530 fer gestarøðarin, Kári Petersen búskaparfrøðingur, at røða um kapitalflutningin í vinnulívinum, nú fyritøkur dagliga skifta eigara og útlendskur kapitalur ger seg galdandi í føroysku vinnuni.
Eisini verður komið inná búskaparliga árinið sum stendst av útlendska kapitalinum.
Landsfundurin endar við døgurða kl.1900.
Øll sjálvstýrissinnaði eru vælkomin.
Søldarfjørður 25.oktobur 2005
Vegna landsnevndina
Sámal Petur í Grund
formaður.




