Fyri sløkum tveimum mánaðum síðani skifti Sjálvstýrisflokkurin formann. Kári P. Højgaard valdi at lata stafettina víðari til Jógvan Skorheim, sum nú røkir formanssessin í flokkinum.
Fyri sløkum tveimum mánaðum síðani skifti Sjálvstýrisflokkurin formann. Kári P. Højgaard valdi at lata stafettina víðari til Jógvan Skorheim, sum nú røkir formanssessin í flokkinum.
Nú er Sjálvstýrisflokkurin til reiðar við fleiri broytingum, sum flokkurin fer at leggja fram í Løkshøll í Runavík leygardagin 13. juni kl. 14.00.
– Sum nýggjur formaður eri eg fleiri ferðir spurdur, hvussu eg vil føra flokkin víðari. Eg havi tikið mær tíð til at tosa við nógv fólk kring landið og havi lurtað eftir teirra hugsanum. Nú er tíðin komin til at gera broytingar, ið vit trúgva kunnu gagna føroyska samfelagnum, sigur Jógvan Skorheim.
– Tað eru nýggjar tíðir í Sjálvstýrisflokkinum, og tað fer at seta dám á tiltakið í Løkshøll. Vit fara at kunngera fleiri nýggj ting, sum broyta flokkin og peika fram í tíðina, sigur Jógvan Skorheim.
Í samband við tiltakið í Løkshøll fer flokkurin eisini at leggja valskránna til fólkatingsvalið fram. Greitt er, at flokkurin stillar tvey umboð upp, og tey verða formaður floksins, Jógvan Skorheim, og formaðurin í Landsnevndini, Pól Jákup Poulsen.
Jógvan Skorheim ger greitt, at flokkurin fer at seta fokus á útbúgvingarmøguleikar bæði í sambandi við fólkatingsvalið og løgtingsvalið.
– Sum eg havi sagt seinastu tíðina, hava vit brúk fyri eini visión, har hægri útbúgvingar verða atkomuligar hjá øllum – serstakliga hjá okkaru ungu. Um vit ikki styrkja útbúgvingarmøguleikarnar her heima, svíkja vit ikki bara tey ungu, men eisini okkum onnur og okkara land, sigur Jógvan Skorheim.
Flokkurin boðar frá, at tiltakið í Løkshøll 13. juni er fyri øll!




