Freistin hjá vinnurekandi at lata sjálvuppgávuna inn nærkast í hvørjum. Í ár eins og undanfarin ár er evsta mark tann 1. juli 2013.
Freistin hjá vinnurekandi at lata sjálvuppgávuna inn nærkast í hvørjum. Í ár eins og undanfarin ár er evsta mark tann 1. juli 2013.
Vinnugluggin er eitt rættiliga hent amboð, nú sjálvuppgávurnar skulu latast inn. Tað er bæði skjótari og lættari at avgreiða síni viðurskifti á Vinnuglugganum. Fleiri og fleiri vinnukundar hjá TAKS velja at brúka Vinnugluggan, har vinnukundin í stóran mun sjálvur avgreiðir síni viðurskifti við TAKS. Hagtøl hjá TAKS vísa, at higartil í ár eru slakir 1000 nýggir brúkarar skrásettir í Vinnuglugganum.
Grannskoðarar, ið avgreiða sjálvuppgávuna fyri vinnukundar, hava í ár fingið eitt nýtt amboð. Vinnugluggin hjá TAKS letur upp fyri møguleikanum hjá grannskoðarum, við loyvi frá vinnukundanum, at avgreiða sjálvuppgávuna fyri vinnukundan. Hesin møguleiki ger arbeiðsgongdina smidligari og skjótari.
Vinnugluggin er eitt stig ímóti øktari sjálvavgreiðslu fyri vinnuna. Vinnugluggin er, sum navnið boðar frá, ein gluggi, har vinnan kann fáa innlit í og avgreiða nøkur av sínum viðurskiftum við TAKS. Vinnugluggin er fyri øll, sum hava v-tøl.
Nýggir brúkarar skráseta seg her: http://www.taks.fo/documents/CB71C5E3-CEAC-4832-A6FF-17EA30D15438.pdf
Les meira um Vinnugluggan: http://www.taks.fo/00006/01024/




