Standurin er ringur á kajøkinum í Klaksvík
Vit hava fingið nakrar myndir av lítlu kaj frá einum lesara og har sæst greitt at sjeklarnir eru av um miðjuna. Vit hava tosa við ein útróðramann, ið vil verða dulnevndur.
Hann sigur, at fleiri mans eru farnir undir í sjógv tí sjekulin dettur sundur. Býráðið er blivið kunnað um hetta fleiri og sigur seg ikki skilja at onki verður gjørt við hetta, tí tað snýr seg bara um nakrar fáar túsund krónur, sigur maðurin við Norðlýsið.





