Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjey umsóknir til sóknarprestastarv í Klaksvík

John D. Olsen

Tá umsóknarfreistin var úti í gjár, vóru sjey umsóknir til leysa sóknarprestastarvið í Norðoya vestara prestagjaldi innkomnar.

Av bispagarðurin verður upplýst, at 7 umsóknir vóru til leysa prestastarvið í Klaksvík, nú umsóknarfreistin var úti mánadagin tann 18. Roknað verður við, at bispur kallar inn til ein kunnandi fund í komandi viku, har kirkjuráðini verða kunnað um umsøkjararnar. Síðani hava kirkjuráðini seks vikur at gera eina innstilling.

Í Norðoya vestara prestagjaldi eru kirkjurnar í Klaksvík, Árnafirði, Kunoy, Mikladali og Húsum.