Eg fekk væl í gjár, men í morgun var lítið at fáa, og orsakað av at eg mátti avreiða áðrenn kl. 18 ídag, mátti eg fara at sigla á hálvum degi.
Tað segði Heri Højsted, eigari av Sjóbúgvanum úr Funningi, sum hevði verið norðanfyri einasmallur við báti sínum, og sum legði veiðuna upp á NFCS fyri løtu síðani.
Eg rokni við, at hetta fer at viga um 4000 pund. Eg var eisini ein túr í síðstu viku, og tá avreiddi eg eisini 4000 pund eftir tveimum døgum. Fiskiskapurin hevur bara verið góður, í veruleikanum betur enn hann hevur verið í nógv ár.
Men sjálvandi, tíðin er stutt, nú verður ein ógvuslig mysing og tá hon er av veit man ikki, um nakað verður at fáa her aftur.




