Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjógvur & Fólk – ein onnur frásøgn

Búi Tyril

Búskaparfrøðingur sum helt at milliardir vóru í vanda fyri at hvørva úr fiskivinnuni fær aftursvar frá samfelagsfrøðingi, sum metir at tilfeingisgjald fæst ikki at virka eftir ætlan uttan so at tað verður skipað í tøttum samstarvi við vinnuna.

Búskaparfrøðingur sum helt at milliardir vóru í vanda fyri at hvørva úr fiskivinnuni fær aftursvar frá samfelagsfrøðingi, sum metir at tilfeingisgjald fæst ikki at virka eftir ætlan uttan so at tað verður skipað í tøttum samstarvi við vinnuna.

At mong reagera upp á eitt blað sum Sjógvur & Fólk er sjálvandi at fegnast um – tað var eisini ætlanin. Fleiri hava kallað hetta eitt kærkomið íkast til tíðindi og kjak um fiskivinnuna, ikki minst tí vit sleppa nøkrum sjónarmiðum framat sum annars sjáldan síggjast umboðað í tí almenna rúminum, hóast mong í vinnuni og annars í samfelagnum kenna seg aftur í teimum.

Til tey sum uttan at vísa til nakað ítøkiligt dømi hava verið úti við illgitingum um at innihaldið í blaðnum er “keypt” og hvørt av sínum, skal eg sum blaðstjóri gera greitt at eingin av greinunum í blaðnum er “keypt”. Hetta er alt tilfar sum blaðstjórnin (eg sjálvur saman við einum arbeiðsbólki) hevur planlagt og framleitt. Hugskotið um eitt blað sum lýsir fiskivinnuna upp á ein øðrvísi máta, við støði í at hetta er ein vinna sum er góð fyri land og fólk og sum vit skulu vera stolt av, kom frá mær sjálvum.

Ávísar vinnufyritøkur stillaðu upp til at stuðla tiltakinum, tó fekk eingin av teimum beinleiðis redaktionella ávirkan. Stuðulin varð tikin sum úttrykk fyri at hesar fyritøkur høvdu álit á ætlanini um hetta blaðið, tí redaktionellu kós sum varð lýst í hugskotinum og teimum persónum sum viðvirkaðu. Fyribils er talan um ein einstaka útgávu, tó verður umhugsað um fleiri skulu fylgja.

Sjógvur & Fólk er ikki ætlað sum agitatión fyri nakrari serligari politiskari dagsskrá, enn minni nøkrum ávísum politiskum flokki. Tann redaktionella kósin er hinvegin sum heild at lýsa vinnuna frá vinnuligum men eisini øðrum, eitt nú samfelagsligum, sjónarmiðum. Onkur kritikari hevur verið so fantasifullur at róð framundir at blaðið arbeiðir fyri “privatisering” av fiskirættindum; har skal sigast at tann spurningurin hevur als ikki verið upp á tal í sambandi við nakað av tilfarinum í blaðnum.

Tað at flestu tíðindamiðlar á okkara leiðum tykjast hava ilt við at røkka út um nøkur ávís sjónarmið sum eru at hoyra aftur og aftur – og verða, av røttum ella órøttum, tematiserað í tíðindunum – er ein av orsøkunum til at farið varð undir verkætlanina Sjógvur & Fólk. Her er hugsanin at tað kann ikki vera rætt at tann til eina og hvørja tíð ráðandi frásøgnin í tí almenna rúminum skal hava monopol upp á tíðindavinklar. Tann dominerandi frásøgnin er neyvan íkomin eina og aleina av objektiviteti og fólkaræðisligum tilgongdum, og okkara blað er soleiðis ein máti at vísa á dømir um øðrvísi vinklar.