So fer ársins Sjómannadagur av bakkastokki, við einum afturvendandi tiltaki har fokus verður sett á aktuellu fíggjarstøðuna veikasta partinum av føroyska fiskiflotanum, húka- og línuflotanum
Tað er Grannskoðara virkið NUMO, sum leggur fram feska greining av fíggjarligu støðuna hjá veikasta partinum av flota okkara, línuflotanum.
Ein serlig lýsing verður av útróðrarflotanum, har fíggjarliga gongdin seinastu mongu árini hjá einum ávísum báti verður nágreinað.
Fyrilestur er í Gamla Seglhúsí Klaksvík mánakvøldi 13. august kl. 19.
Símun Absalonsen, Bjarni Arnason og Arni Poulsen frá Grannskoðaravirkinum Numo leggja fram.



