Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómannadagarnir er byrjarður

Jákup Ósá

Í kvøld var fyrsta tiltakið á Føroya Sjómannadegi, tá stjórin á Fiskamarknaði Føroya helt fyrilestur og vísti filmar í Eik.

Uppmøtingin var merkt av, at hetta var mánakvøld eftir Summar Festivalin og flestu fólk vilja nokk hvíla seg eftir vikuskiftið. Men tey uppmøttu fingu at síggja tveir áhugaverdar filmar, har stjórin á Fiskamarknaði Jens Christian Olsen eisini greiddi frá filmunum, sum hansara fyritøka hevði verið við til at gjørt.

Tann fyrri snúði seg um hagreiðing umborð, har dømir blivu víst fram um, hvussu týdningarmikið arbeiðið umborð fyri prísin í seinasta enda.

Seinna filmurin snúði seg um fiskastovnin í Føroyum og stýringina av honum, har tað eisini bleiv hugt aftur í søguna hjá føroysku fiskivinnuni.

Heldur fram týskvøldið

Føroya Sjómannadagur heldur fram í Eik í annaðkvøld, tá fyrst – kl. 18.00 – eitt tiltak verður fyri hjálparfólkum og fyriskiparum hjá Sjómannadegnum, har hesi eru boðin til hugnaligu samveru. Og kl. 19.30 verður fyrilestur um “Bátsvanlukkurnar Tollaksmessudag 1913”, sum Andras Sólstein søgufrøðingur hevur.

Harleywoodpaint