Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómannadagur næsta vikuskiftið

John William Joensen

Saman við nógvum øðrum góðum fólki fer Norðlýsið um góða viku at skipa fyri fyrsta Sjómannadegi í Klaksvík nakrantíð.

Tá ein hugsar aftureftir, so er tað í veruleikanum eitt sindur løgið, at vit í Føroyum, her nærum allur okkara útflutningur kemur úr sjónum og her sjómenninir skapa grundarlagið undir samfelagnum, at vit ikki fyrr hava skipa fyri einum slíkum degi.
Í londunum kring um okkum hava menn skipa fyri sjómannadøgum í nógv ár, men hetta verður so fyrsta ferðin at ein slíkur dagur sær dagsins ljós í Klaksvík og helst í landinum øllum.
Sjómannadagurin í ár verður gjørdur sum ein roynd og eydnast hon væl er ætlanin at sjómannadagur skal fyriskipast í Klaksvík á hvørjum ári.
Tá hugskotið kom fram um hetta tiltakið, so var beinanvegin avgjørt at dagurin ikki skuldi líkjast stevnunum og tí hava vit valt at øll fyriskipaðu tiltøkini skulu vera ókeypis. Tó so, dansurin seint á kvøldinum verður ikki ókeypis og  eisini hava vit valt at hava sølubúðir, har vitjandi kunnu keypa sær eitthvørt til matnað.
Umframt sølubúðir fara ymiskar fyritøkur, ið eru veitarar til skip og bátar at sýna ymiskt fram og helst vera eisini framsýningarbátar við kaj á Stongunum.
Egnikappingin er stóra tiltakið og ætlanin er at vit her skulu finna ein heimsmeistara. Tað er sera sterk traditión fyri at rógva út við línu í Klaksvík og norðoyingar hava átt mangan góðan egnaran. Spennandi verður at síggja hvussu hendan kappingin fer at taka seg út, tí hóast menn kappast í egningarskúrinum, so er tað helst eitt sindur øðrvísi at egna uppi á palli frammanfyri mannfjøld. Men tilmeldingar eru longu komnar, so ikki kann sigast annað enn at menn halda seg til og ætla sær at stuttleika sær eina løtu.
Um hugskotið um ein sjómannadag ber uppi, so er ætlanin at hetta tiltakið komandi árini skal gerast enn størri. Sum vit síggja sjómannadagin fyri okkum, so er hetta eitt tiltak, ið ikki er í kapping við nakað annað og tí eigur at bera væl til, framhaldandi at byggja uppá skránna, soleiðis at hetta kann blíva ein dagur sum rættuliga setur fokus á alt ið hevur við skip, sjómenn og fisk at gera.
Vit hava valt at leggja allar aktiviterir á Stongunum, og kemst hetta sjálvandi av, at tað er her við Vágna báðu megin at mest sæst til okkara sjóvinnu og tað er her nógvir av egnarunum hava gjørt sínar fyrstu royndir.
Tað er okkara inniliga vón, at sjómannadagurin er komin fyri at vera. Hugskotið eigur Norðlýsið ikki, men tá vit fingu eina áheitan um at standa sum fyriskiparar saman við øðrum, traðkaðu vit sjálvandi til og vit eru sera spentir uppá hvussu leikur fer og vit sera øll segl fyri at dagurin skal vera ein áhugaverd uppliving.