Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómannadagurin 2006

John William Joensen

Ikki kann sigast annað enn at sjómannadagurin 2005, sum var fyrsta tiltakið av sínum slag í Norðoyggjum eydnaðist væl. Saman við øðrum sera góðum kreftum stóð Norðlýsið sum samskipari og sjálvandi gleðast vit um at dagurin eydnaðist enn betur enn vit høvdu droymt um.
Eftirmeting av Sjómannadegnum var í Atlantis fyri stuttum, har ymisku luttakandi feløg og persónar høvdu høvi at siga sína hugsan og bera fram hugskot og broytingar til komandi ár og av tí sum kom fram er ongin ivi um, at ramman um sjómannadagin í Føroyum eigur at vera egningarskúrðarnir á Stongunum.
Á fundinum bleiv kunngjørt at Sjómannadagurin 2006 er ásettur at vera 19. august í komandi ári.
Avbjóðingin hjá fyrireikarunum til Sjómannadagin 2006 verður sera stór. Mett varð at eini 2-3000 fólk vitjaðu á Stongunum í ár og havandi í huga, at fast samband verður um Lorvíksfjørð í august í 2006, kann roknast við hópin fleiri fólkum til hetta tiltakið og tí verður neyðugt at viðkað munandi um ræsurnar fyri Sjómannadegnum.
Tað at Norðoyatunnilin letur upp, letur eisini upp fyri størri øki norðuri á Stongunum, við tað, at alt økið, sum Dúgvan hjá Strandferðsluni ídag liggur omaná, tá verður tøkt til onnur endamál og tí halda fyrireikararnir av Sjómannadegnum at tað skuldi farið at borið til aftur í 2006 at fyrireika Sjómannadagin norðuri á Stongunum við egningarskúrðunum sum navla fyri tiltakinum.
Røddir hava verið frammi um, um tað nú ikki er ov títt at hava slíkan dag einaferð um árið, og skotið hevur verið upp um, at hava ein slíkan Sjómannadag á øðrumhvørjum ella møguliga triðjahvørjum ári.
Men vit sum fyrireika hava halda í hvussu so er at vit aftur eiga at skipa fyri einum Sjómannadegi í komandi ári og veruliga royna hugflogið.
Tað var nevniliga soleiðis tá vit fóru undir hetta tiltakið, at sera nógv hugskot komu fram um, hvat átti at verið á skránni.
Men fram á leiðini duttu mong góð hugskot burtur, ikki tí tey ikki dugdu, men kanska heldur tí at tey kravdu ov nógv av okkum sum fyrireikarum og tí at vit settu okkum sum mál, at tað, sum vit tóku við skuldi rigga.
Sum altíð tá slíkt verður fyrireikað, so hildu vit okkum hava góða tíð, tá vit byrjaðu at fundast einaferð í februar mánað, men sum dagurin í august nærkaðist gjørdist alsamt greitt, at vit máttu skarvað enn fleiri tiltøk av skránni av ymiskum orsøkum og eisini vísti tað seg heilt upp undir endan av fyrireikingartíðini at onkrar avtalur sum vit høvdu gjørt og sum vit vóru sera spentir uppá, ikki hildu og tí ikki blivu til nakað.
Ongin ivi er tí í okkara verð um, at vit nokk skulu megna at gera eina fjølbroytta skrá aftur til næsta ár og tí er tað við góðum treyst vit aftur fara undir fyrireikingarnar til Sjómannadagin 2006, sum sum sagt er settur til 19. august 2006.