Týsdagin 06.06.06 verður almennur fundur í Atlantis Kl. 18.00 har øll, sum luttóku seinast og onnur, ið hava áhuga fyri nýggjum tiltøkum eru vælkomin.
Sjómannadagurin skal vera størri og betri á hvørjum ári. Fyrireikingarnar til Sjómannadagin 2006 eru nú komnar so mikið ávegis, at skipað verður fyri fyrsta kunningarfundinum við feløg virkir og onnur, sum hava hug at luttaka við tiltøkum ella øðrum á Sjómannadegnum 2006.
Fundurin verður í Atlantis har fyrireikararnir hava eina framløgu og har hugskot eru vælkomin.
Møtið stundisliga nú týsdagin kl. 18.00




