Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómanskvinnuringurin í KFUM & K í Klaksvík 50 ár

John William Joensen

Ein av mongu sjómanskvinnuringunum um landið er tann í KFUM&K í Klaksvík.

Ringurin var stovnaður 13. januar í 1959, og var sostatt 50 ár 13. januar í ár

Orð og mynd:
Torleif Johannesen

Stovnandi fundurin var í heiminum hjá John Munck, sum tá var trúboðari í Heimamissiónini.
Til stovnandi fundin møttu átta konur úr Klaksvík umframt kona trúboðaran, sum var donsk. Í fundarbókini standa nøvnini á teimum, og at Suffía (Fía) Lassen varð vald til fyribils formann.

Basar fyri sjómansheim
Fyrsta ítøkuliga arbeiðið hjá ringinum var at skipa fyri einum "basari"(eydnuhjóli) sum tað tá kallaðist. Peningurin, sum kom inn av basarinum, fór allur til sjómansheimið "Lívd" í Føroyingahavnini. 

Konurnar í ringinum fingu eisini bússur heim við, so tær kundu samla pening inn til arbeiðið hjá Sjómansmisiónini. Tað árið komu 281 krónur inn.
Tær gjørdu eisini umleið hálvthundrað jólapakkar til sjófólkið. 

Fundarbókin sigur eisini frá, at í 1960 savnaði ringurin pening saman, so tær kundu keypa lutir til "basarin", sum var á Landsstevnuni hjá sjómanskvinnuringunum í mai mánaði á sjómansheiminum í Havn. Inn komu 140 krónur. 

Í fundarbókini stendur eisini, at sama ár, frá september til november, savnaðist ringurin eitt kvøldið um vikuna, til basar til bygging av sjómansheimi í Runavík. 

Undan jólum læt ringurin aftur umleið hálvthundrað jólapakkar til sjófólkið.
Tíverri sigur fyrsta fundarbókin næstan bara frá teimum fyrstu tveimum árunum.

17 ára gomul í ringin
Ein av keldunum til hesa frágreiðing er Johild Johannesen. Hon kom við í sjómanskvinnuringin í 1964, sum bara 17 ára gomul. Hon er enn virkin í ringinum. 

Johild minnist væl, tá hon kom við í ringin. Fía Lassen var formaður, og tær savnaðust einaferð um mánaðin í "hugnastovuni" í KFUM&K. Tá taldi ringurin umleið 10 konur. 

Á skránni var sangur, bíbliulestur og bøn. Síðani varð lisið ymiskt gott úr bókum ella bløðum, meðan tær sótu við stokkum ella øðrum hondarbeiði. Drekka við køkum var eisini hvørt kvøld, áðrenn endað varð við andakt, bøn og sangi. 

Fía var røsk og ágrýtin og spardi seg ikki. Hon bakaði, gjørdi drekka, las, bað…. ja, hon gjørdi alt sjálv. Johild sigur, at Fía var nærløgd og brendi fyri arbeiðinum, men dugdi kanska ov illa at deila uppgávurnar út til hinar.
Tær samlaðu pening inn til Sjómansmissiónina og gjørdu jólapakkar til sjófólkið. 

Tá ferðaðust fólk ikki so nógv sum nú. Tí var tað ein stór uppliving at koma til Kvinnustevnuna, sum hvørt ár var á sjómansheiminum í Havn. Eftir at Runavíkar sjómansheim læt upp í 1970, skifti kvinnustevnan millum sjómansheimini í Havn og í Runavík, sigur Johild.

Nýggjan formann
Fía Lassen sat sum formaður til fyrst í áttatiárunum, tá Karolina Jacobsen tók við sum formaður. Arbeiðið í ringinum gekk sína vanligu gongd, við at tær samlaðust einaferð um mánaðin, samlaðu pening inn til Sjómansmissiónina og gjørdu jólapakkar til sjófólkið. 

Í 1988 doyði Karolina so brádliga. Tá kom líkasum stígur í ringin eina tíð, inntil Johild tók stig til at samla konurnar aftur. Tað var ikki fyri at hon endiliga skuldi gerast formaður, men meiri fyri at fáa arbeiðið í gongd aftur.
Jóhanna Christiansen var formaður frá 1989 til 1993, tá Ása Heinsen var vald til formann og hevur verið tað síðani.

Kavahugni
Bæði Johild og Ása minnast væl ein mánadag í áttati-árunum. Nógvur kavi var komin niður og kavarok var. Tað var ein mánadag, sum ringurin skuldi savnast. 

Bilarnir kundu ikki koyra, og fleiri stóðu fastir ymsastaðni í býnum. 

Johild og Ása bardu seg niðan í KFUM til gongu. Tær roknaðu ikki við, at fleiri komu, sum veðrið leikaði í. Bilsnar gjørdust tær, tí fleiri komu. Tað var eitt sera hugnaligt og minniligt kvøld. Tað undirstrikar tann trúskap, sum konurnar hava víst mótvegis ringinum.

Støðugt arbeiði
Arbeiðið hevur stórt sæð gingið sína siðbundnu gongd hesi 50 árini.
Ása sigur, at ringurin savnast fyrsta mánakvøld í mánaðunum frá september til mai. 

Í mong ár hevur ringurin havt ein jólahugna fyrsta mánakvøld í desember. Tá er ein góður døgurði við kaffi og "rísalamand" omaná. Tá er sjómanstrúboðarin boðin við, og hevur andakt og annað. Nøkur ár hevur kvøldið verið á sjómansheiminum, og nøkur ár í KFUM. Okkurt ár hava aðrir ringar verið bjóðaðir við, men í desember í fjør vóru menninir bjóðaðir við.
Tað var ein góð uppliving, bæði fyri kvinnur og menn. 

Einaferð um árið skipar sjómanskvinnuringurin fyri einum sjómansmøti í KFUM&K. 

Síðani Sjómannadagurin byrjaði, hevur sjómanskvinnuringurin verið virkin á degnum. 

Ringurin hevur havt útsølu av smyrjibreiði, turrari grind og spik og øðrum í egningarskúrinum hjá Líðhamri á Stongunum, og í tjaldinum á ferjuleguni.
Avlopið av søluni fer til arbeiðið hjá ringinum.

Jólapakkar
Í mong ár hevur sjómanskvinnuringurin savnað pening inn, sum tær millum annað hava keypt tógv fyri. Ringurin hevur eisini fingið stuðul frá peningastovnunum í býnum. Tógvið hava konur í ringinum og konur uttanfyri ringin, sum dáma væl at binda, fingið. 

Tær hava so bundið hosur og annað til sjómenninar. 

Ása sigur, at her hava nakrar kvinnur gjørt eitt stórt arbeiði. Tær hava í mong ár bundið tíggjutals pør av hosum um árið. 

Sjómanskvinnuringurin fær so allar hesar hosurnar, og pakkar tær til jólagávur til sjófólkið. Saman við hosunum, pakka tær okkurt góðgæti, sum tær fáa frá Kjølbro heilsølu. Ása sigur eisini við gleði, at handlar og fyritøkur í býnum eru ófør at stuðla teimum við jólagávum til sjófólkið. 

Ása og hinar í sjómanskvinnuringinum eru sera takksamar fyri stuðulin og takka hjartaliga. Samstundis biðja tær um, at jólapakkarnir verða til gleði og signing fyri sjófólkið og Gudi til æru.

Deila uppgávurnar
Í leiðsluni fyri ringin sita Ása Heinesen, sum er formaður og Johild Johannesen. 

Vanliga møta millum 20 og 25. Um allar í ringinum møta eitt kvøld, høvdu tær verið umleið 35 konur. Uppgávur, sum til dømis baking, drekka, andakt… eru býttar út á ymiskar í ringinum, soleiðis at ikki alt hvílur á leiðsluni. Síðstu árini hevur sangurin gingið væl, tí nú spælir ein á klaver til sangirnar. 

Viðhvørt hevur ringurin bjóðað øðrum ringi at vitja tær, og so hava tær viðhvørt vitjað aðrar ringar. Tað er stimbrandi at vera saman við øðrum ringum. 

Fleiri av konunum eru eisini virknar í øðrum arbeiðsgreinum í KFUM&K.
Fleiri í ringinum hava eisini møtt trúfast upp til Landsstevnuna í Nesvík.
Nú ringurin er 50 ár ætla konurnar av gera okkurt serligt burturúr.
Dagurin er ikki fastlagdur enn, men verður kunngjørdur seinni. 

Ása og Johild siga til seinast, at allar konur eru hjartaliga vælkomnar í ringin. 

Samstundis takka tær teimum í ringinum fyri trúskap og kærleika og biðja um Guds signing yvir tað fjølbroytta arbeiði hjá Føroysku Sjómansmissiónini.