Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómenn tjena framvegis mest

John William Joensen

Sambært nýggjastu tølunum frá TAKS, sum eru frá 2013, so tjenti best lønti føroyingurin 3,7 mió. kr.. Tey á gylta topp 10 listanum yvir bestu ársinntøkurnar eru øll mannfólk og sambært taks er størsti parturin av topp 10 listanum sjómenn.

Sambært nýggjastu tølunum frá TAKS, sum eru frá 2013, so tjenti best lønti føroyingurin 3,7 mió. kr.. Tey á gylta topp 10 listanum yvir bestu ársinntøkurnar eru øll mannfólk og sambært taks er størsti parturin av topp 10 listanum sjómenn. 

Listin sær soleiðis út:

Taks vil ikki upplýsa navn ella starvsheitið tí tað kemur undir tagnaðarskyldu, men sagt var at størsti parturin av topp 10 lønunum eru goldnar út til sjómenn.

10 tær hægstu skattskyldugu inntøkurnar 2013 vóru:

3.658.645

3.533.082

2.897.404

2.734.463

2.665.095

2.579.960

2.547.461

2.544.339

2.535.054

2.510.594

(Alt menn)

Til samanberingar kunnu vit nevna ársinntøkurnar hjá løgmanni og statsleiðarunum í grannalondunum. Kaj Jóhannesen gjørdi yvirlitið fyri Portal.fo í 2013:


1. Svøríki: Fredrik Reinfeldt: 1,6 mió. kr.

2. Danmark: Helle Thorning-Schmidt: 1,5 mió. kr.

3. Noreg: Erna Solberg: 1,4 mió. kr.

4. Finland: Jyrki Katainen: 1,3 mió. kr

5. Grønland: Aleqa Hammond: 1 mió. kr.

6. Føroyar: Kaj Leo H. Johannesen: 900.000 kr.

7. Áland: Camilla Gunell: 718.000 kr.

8. Ísland: Sigmundur Davíð Gunnlaugsson: 680.000 kr.

Talan er um danskar krónur, og fyri flestu er galdandi, atfríur bilur og bústaður, skattafríar skipanir, pensiónir o.a. eru ikki íroknað.

 Nevnast kann, at armerikanski forsetin, Barack Obama, tjenar2,2 mió. kr. árliga, og ES-forsetin, Herman von Rumpuy, fær 2,8 mió. kr. inn álønarkonto sína hvørt ár.

Harleywoodpaint