Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjónám fekk forkunnuga gávu

Oliver Joensen

Mánadagin í vikunu, vóru tey bæði, Jóannes Joensen úr Kollafirði og Maiken Skarðenni á Sjónám í forvitnisligum ørindum.

Ørindini á Sjónámi vóru at geva eina gávu til skúlan. Talan er um eitt sjókort, sum er gjørt í Onglandi í 1943 og sum kom til Føroya við miðvágstrolaranum Varðberg, ið kom til landið í 1946.

Kortið hevur sína egnu søgu framum trolaran Varðberg, tí tá miðvingar fáa nýggjan línubát í 1964, bygdur í eysturtýskalandi, fylgir sjókortið frá 1943 við umborð á nýggja skipið.

Seinni verður Varðberg keyptur til Klaksvíkar og far navnið Comet. Í 74 er Comet á skitfiskaveiðu, sama árið í februar lænir Fischer Heinesen kortið frá Andriasi Miklagarð, ið er skipari á Comet.

Á veg inn í Noregi 19. Oktober í 74, søkkur Comet.

Jóannes Joensen úr Kollafirði var ein av manningi, hann og Andrias eru hávbeiggjar.

Eftir at vera komin aftur til Føroya, fær Andrias Miklagarð so sjókortið aftur frá Fischeri Heinesen, stjóra á Sjómansskúlanum í Klaksvík. Andrias býr nú í Danmørk, og vildi hava at kortið kom aftur til Sjómansskúlan í Klaksvík, sum nú eitur Sjónám, og tað vóru teir á skúlanum meira enn fegnir um.

Í ørindum sínum at fáa kortið til Klaksvíkar, hevur Jóannes Joensen so sett seg í samband við Maiken Skarðenni, ið er dóttir Knút Olsen, sála, ið var reiðari á Comet, tá skipið sakk.

Vit sigldu inn við fullari last, tá skipið fór at leka, sigur Jóannes Joensen. Vit hildu at ein stórur leki var frammi í skipinum. Tríggir av eysturtýsku línubátunum blivu longdir á Skála Skipasmiðju, allir tríggir sukku, umframt Comet, sum sakk í 74, sakk Havaldan í 76 og Geyti Reyði mitt í 80 unum, allir tríggir longdir á Skála.

Harleywoodpaint