Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjónleikur fyri eldri fólk í Mentanarhúsinum

Tíðindaskriv

Leygardagin 12. apríl kl. 16.00 verður sjónleikur á skránni í Mentanarhúsinum. Talan er um ein leik, har 5 danir úr einum sjónleikarafelag í Ribe upptraðka. Sjónleikurin kallast SLUT og er um tann triðja aldurin – og er harvið mest ætlaður til eldri fólk (tó fyri øll alíkavæl).

Í triðja aldrinum kunnu vit gera tað vitvilja, kunnu hugsa tað vit vilja, kunnu droyma um hvat vit hava gjørt og fara at gera. Eisini verða spurningar settir um hvat vit náddu, hvat vit ikki náddu og hvat vit vilja náa – og mangt annað. Her er stuttleiki og alvor – tó alt við einum smílið. Sjónleikurin er ein góðan tíma til longdar.

Kostnaðurin er einans 50,- og atgongumerki kunnu bíleggjast á tel. 238070 ella við at senda t-post til olavurl@fuglafjordur.fo. Til ber eisini at keypa atgongumerki við dyrnar.

Instruktørur: Thomas Hauger
Instruktørassistentur: Lis Holstein
Ljósteknikari: Hans Gath
PR Fotografur: Emma Bladt-Hansen
Sjónleikarar: Helle Hauger, Peter Brun, Ulla Berling, Lillian Grønhøj og Claus Rudolf.

Sjónleikarafelagið kallast Drakomir og øll tey sum upptraðka eru ímillum 65 – 75 ára gomul. Les meir um tey her:https://www.facebook.com/groups/8220109894/

Mentanarhúsið – www.mh.fo