Nú byrja broytingarnar at síggjast í miðbýarøkinum, sum um eini tvey ár fer at standa liðugt sum Biskupsstorg. Økið fer at vera karmur um íbúðir, handils- og mentanarlív.
Nú byrja broytingarnar at síggjast í miðbýarøkinum, sum um eini tvey ár fer at standa liðugt sum Biskupsstorg. Økið fer at vera karmur um íbúðir, handils- og mentanarlív.
– Hetta er ein stór og spennandi verkætlan, sum fer at gera Klaksvík til ein uppaftur betri bý at búgva og virka í, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Herfyri varð fyrsti stýrisfundur fyri miðbýarætlanina hildin. Her varð borgarstjórin kunnaður um gongdina í verkætlanini, og hann letur væl at arbeiðsgongdini.
– Tað er ótrúliga jaligt at síggja tær stóru broytingarnar á byggiplássinum, og tað verður ikki minni spennandi komandi tíðina, tí so líðandi fara bygningar eisini at taka skap, sigur Jógvan Skorheim.
Í løtuni arbeiðir Kanjon við at stoypa fundamentini til bygningarnar á Biskupsstorg, sum skulu hýsa 30 leiguíbúðum og handilsvirksemi. Sambært borgarstjóranum fer miðbýarøkið at hava stóran týdning fyri bæði bý og borgarar.
– Trivnaður og mentan hoyra so avgjørt einum ordiligum býi til, og hetta komandi miðbýarøkið í Klaksvík fer óivað at vera eitt savnandi øki fyri okkum øll, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Klárt um tvey ár
Eftir ætlan verður Biskupsstorg klárt til nýtslu summarið 2017. Verkætlanin kostar á leið 90 milliónir krónur. Harav eru 65 milliónir til íbúðirnar, sum felagið Bústaðir stendur fyri.




