Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjónvarpið tekur ikki undir við leiðsluni í KÍ

John William Joensen

3-2 vísti, hvat hendi og tað er okkara uppgáva, og tað fara vit eisini at gera í framtíðini, skrivar Øssur Winthereig, tíðindaleiðari í Kringvarp Føroya

Tíðindaskriv frá Kringvarpinum

Bæði tá gongur væl og illa er 3-2 við

Í tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá KÍ, sum verður endurgivið á heimasíðuni
hjá Norðlýsinum, harmast Klaksvíkar Ítróttarfelag almikið, at ein ávísur KÍ-leikari, (Marek), verður niðurgjørdur í sendingini 3-2 seinasta mánakvøld. KÍ harmast um nýggja mátan at greiða frá dystum uppá.

Til hetta er at siga, at 3-2 valdi stutt og greitt at vísa hvat hendi, tá Marek misti bóltin og GÍ slapp í álopið, sum varð tað avgerandi fyri dystin.
Var hetta ikki við, vístu vit ikki eina sanna mynd av hvat hendi á vøllinum.
Hetta er ítróttarjournalistikkur.

KÍ sigur í tíðindaskrivinum, at tað er beinleiðis niðurgerðing at nevna aldurin á leikaranum og at vísa slow-mynd av honum. Sagt verður, at 3-2  legði eftir Marek og gav honum nærmast skyldina fyri tað eina málið hjá GÍ og gjørdi hann harvið til syndabukk.

Til hetta er at siga, at 3-2 vísti, hvat hendi og tað er okkara uppgáva, og tað fara vit eisini at gera í framtíðini.
At vísa, hvussu KÍ tapti hendan lykladystin í Klaksvík sunnudagin er ein partur av okkara arbeiði.

Heilsan

Øssur Winthereig, tíðindaleiðari
Sjónvarpið
Kringvarp Føroya