Sjósavn ella fiskivinnusavn
Tað má sigast vera stórt spell, at vit í størsta fiskivinnubýi í Føroyum ikki hava megnað at sett á stovn eitt sjósavn.
Vit fáu føroyingarnir, ið vóru í Íslandi fyri stuttum og fiskaðu síl, fingu sjón fyri søgn, hvussu nógv vit eitt nú kundu fingið burturúr ”Bollafabrikkini” egningarskúrunum ella øðrum av bygningunum kring Vágna, ella at vit bygdu nýtt.
Eirikur Ingvardsson, íslendingur, ið hevur búleikast í føroyum síðani 1967 og sum nógvir føroyingar kenna, var ferðaleiðari okkara.
Tann eina dagin hevði hann borið so í bandið, at vit kundu vitja sjósavnið á Siglufirði. Upplivingin vit fingu har, vísti okkum enn einaferð á, at vit her í Klaksvík eiga at gera nakað við at fáa eitt sjósavn sum sigur nakað um tíðina tá okkara býur veruliga tók at vaksa. Skipini virkini, útróðrarbátarnir, línubátarnir, trolararnir, her er nógv at taka av um bert vit hava hug at velja at vísa komandi ættarliðum nýggjaru søguna, søguna sum gjørdi Klaksvík til tað hon er ídag.
Savnið á Siglifjørðinum var stórsligið. Stór fiskifør stóðu inni í eini høll, har tey lógu við eitt tilevnað brúgvaskapilsi, sum vitjandi kundu ganga eftir og eisini kundu vit fara umborð á bátarnar um vit høvdu hug til tað. Ljóðið frá gomlu motorunum hoyrdust eisini í bakgrundini.
Ein forvitnislig sildaverksmiðja var eisini at síggja við maskinum og tilhoyri, og hetta var sera áhugavert at síggja hjá okkum, ið minnast sildatíðina í Klaksvík. Jú, har var nógv ein kendi aftur.
Brøðurnir Maller og Josias Jacobsen, gjørdust serliga kenslubornir, tá teir sóu eitt model av íslendska trolaranum Hafliðið. Josias segði, at umborð á Hafliðinum baldist pápi okkara Fríðrikur Jacobsen, dagin, tá Maller varð føddur.
Eg havi fyrr skrivað um hetta mál í Norðlýsinum. Ídag liggur ”Helena” við Stangabrúnna, línubáturin er bygdur á Skála til innistovumenninar á sinni. ”Bollafabrikkin” í hvussu so er partur av henni stendur uppi enn. Um vit sum samfelag velja at fara undir eina slíka ætlan, so er víst at tað ber til – fiskivinnubýurin eigur at hava eitt fiskivinnusavn. Vit lata myndirnar frá Siglifjørðinum tala:




