Saman við Louis Poulsen, var undirritaði í Havn, í gjár fríggjadagin, eftir einum gomlum skipssendara.
Nýggja søgan um hendan sendaran er hon, at eftir at Norðlysið hevði skrivað dúgliga um tekniska savnið hjá Poul Havn í vár, fekk eg ein teldupost frá Jón Dam í Havn.
Jón Dam, sum er radioamatørur, greiddi frá, at hann hevði ein sendara frá einum gomlum “Skálaberg”. Hann helt at sendarin var frá 50-unum onkuntíð. Sjálvur hevði hann fingið sendaran frá Tórshavn Radio, og ætlaði at seta hann í stand. Hann vitsti at sendarin hevði verið í gongdi og at tað átti at bori til at fingið hann aftur at virka.
Jón Dam segði, at hann var ongantíð komin til at gera sendaran virknan aftur, og tí sendi hann Norðlýsinum teldupost og spurdi um hetta hevði áhuga.
Sjálvur hevur undirritaði mangan skrivað um at vit áttu at átt eitt fiskivinnu- sjósavn í Klaksvík, størsta fiskivinnubýi í Føroyum, og tí helt eg kanska at hetta var eitt gott høvi til eina lítla byrjan at savna inn tilfar.
Setti meg í samband við Louis Poulsen, og hann var sum altíð til dystin fús. Vit fóru so sum sagt til Havnar fríggjadagin eftir sendaranum. Jón Dam var bæði blíður og tíður og greiddi okkum frá tí, hann vitsti um sendaran. Tað var ein hugnalig løta har í túninum, og sjálvandi kundi kona Jón Dam ikki bara sær og spurdi um vit ikki vildu hava eitt sindur av óruddi afturat við norður – í hasum kendu vit báðir Louis okkara egnu makar aftur.
Tá vit aftur høvdu fingið Húkin í eygsjón, gekk leiðin beint inn til kenda klaksvíkingin og radioamatørin Erik Danielsen, at vísa honum fongin. Jú, tað var góðkent – men vit hava ikki funnið útav hvønn Skálaberg sendarin hevur hoyrt til. Jón Dam nevndi at sendarin var frá 50-unum, er hann tað, so kann hesin sendarin kanska vera av síðutrolaranum, ið bygdur varð í Týsklandi, men tað fara vit skjótt at finna útav.
Dreymurin um eitt sjó- og ella fiskivinnusavn í Klaksvík er komin eitt stig nærri veruleikanum.
Oliver




