Stjórin fyri Tórshavnar Havn váttar at tað er ongin avtala gjørd um leigu í Sjóvinnuhúsinum. Tað var annars eitt samt býráð sum eftir tilráðing frá Vinnu- og Fíggjarnevd í desember 2013, sum samtykti skipannaruppskot fyri Sjóvinnuhúsið har tað greitt verður tilskilað at …. Mælt verður til at leiga út til tær fyritøkurnar, sum vit halda passa til konseptið, fyri eisini at geva pláss til meira hóskandi leigarar, sum koma við tíðini……
Stjórin fyri Tórshavnar Havn váttar at tað er ongin avtala gjørd um leigu í Sjóvinnuhúsinum. Tað var annars eitt samt býráð sum eftir tilráðing frá Vinnu- og Fíggjarnevd í desember 2013 sum samtykti skipannaruppskot fyri Sjóvinnuhúsið har tað greitt verður tilskilað at …. Mælt verður til at leiga út til tær fyritøkurnar, sum vit halda passa til konseptið, fyri eisini at geva pláss til meira hóskandi leigarar, sum koma við tíðini……
Ongar nýggjar leiguavtalur eru gjørdar og tey sumáður leigaðu í Sjóvinnuhúsinum, eru ikki har nú, tí bygningurin verður umvældur, váttar Tórshavnar Havn.
Hvørki býráðsleiðslan ella býráðslimir hava viðmerkt málið sum nordlysid.fo hevur viðgjørt í eina tíð.
Les m.a. um útveljing av leigarum
LES eisini um samskifti við møguligar leigarar
LES eisini um kommunalu íløguna fyri 100 mió. kr
Í sosialinum mánadagin er samrøða við kendan advokat:
SOSIALURIN: Lógloysi á Vestaru vág
– Tað kann ongantíð vera ein kommunal uppgáva at byggja til at leiga út til vinnulívið. Tvørturímóti er hetta í stríð við kommunulóggávuna, sigur Bjørn á Heygum. Advokaturin heldur sera lítið um avgerðina hjá Tórshavnar Kommunu at brúka smáar 100 milliónir til Sjóvinnuhúsið
Jón Brian Hvidtfeldt
– Her er heilt galið. Her hongur als ikki saman.
Bjørn á Heygum er avgjørdur í síni niðurstøðu um stórslignu ætlanina hjá Tórshavnar Kommunu at brúka smáar 100 milliónir krónur til at umvæla gomlu saltsøluna, soleiðis at hesin gamli bygningur á Vestaru vág í Havn sambært kommununi sjálvari kann vera við til at stmbra og menna vinnulívið í býnum.
Higartil hevur Tórshavnar Kommuna samtykt at brúka 94 milliónir krónur til at umvæla bygningin, ið hevur fingið navnið Sjóvinnuhúsið. Harafturat er sannlíkt, at ein eykarokning kemur seinni, nú bygningurin skal hitast við sjóvarhita.
Sambært skjølunum í málinum verður bygningurin innrættaður í neyvum samstarvi við ávísar vinnufyritøkur í býnum, sum eftir ætlan skulu flyta inn í nýumvælda bygningin. Sambært kommununi sjálvari leggur hon við íløguni lunnar undir eitt virkið og vakið vinnulív.
Kommunala ætlanin fær allar ávaringarlampur at blinka hjá advokatinum Bjørn á Heygum.
– Tað er ikki ein kommunal uppgáva at byggja við tí endamáli at leiga út til vinnulívið, sigur Bjørn á Heygum avgjørdur.
Tórshavnar Kommuna hevur ført fram, at talan er um at leiga út ein yvirskotskapasitet í einum bygningi, sum kommunan frammanundan eigur.
– Um hugt verður eftir teimum ætlanum, ið alment eru komnar fram um bygningin, so er hetta í besta føri ein undanførsla. Við hasum leistinum kanst tú manipulera við hugtakinum yvirskotskapasitetur, júst sum tú vil, sigur Bjørn á Heygum.
Sambært advokatinum er nakað grundleggjandi galið, tá ein kommuna velir at brúka 100 milliónir krónur til vinnuligt virksemi av hesum slag. Bjørn á Heygum vísir serliga til grein-50 í kommunustýrislógini, ið ásetir kommunala leiklutin mótvegis vinnulívinum.
Grein-50 sigur, at ein kommuna kann einans taka lut í vinnuligum virksemi, um so er at virksemið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga. Víðari sigur stk.2 í somu grein, at kommunan kann seta almenn tiltøk í verk, um so er, at hetta er til frama fyri vinnulívið á staðnum, men stuðul til einstaklingar ella einstakt virksemi má ikki latast uttan so, at serligar orsøkir eru. Víðari ásetir sama grein, at kommunustýrið skrivliga skal boða landsstýrismanninum frá, um nakað slíkt virksemi fer fram.
– Ætlanin við Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Vág fer út um alt mark og spreingir allar karmar í kommunalu lóggávuni. Her hongur snøgt sagt ikki saman, ljóðar avgjørda niðurstøðan hjá Bjørn á Heygum.
Advokaturin tekur fram høvuðsargumentið hjá Tórshavnar Kommunu, sum mótvegis Kommunala Eftirlitinum vísir á, at kommunan má viðlíkahalda ein bygning, sum annars hevði farið fyri skeytið.
– Hvussu kunnu fólk í ramasta álvara siga seg noyðast at verja eina íløgu á 1,5 millión við at brúka aðrar 100 milliónir, spyr Bjørn á Heygum og heldur fram:
– Gongur hetta ígjøgnum, so skapar tað fordømi fyri aðrar, framtíðar íløgur.
Kommunan hevur víst á, at hon afturi í 1994 keypti bygningin frá einum trotabúgvi fyri 1,5 millión krónur. Endamálið við keypinum var at tryggja sær, at onkur annar ikki fór avstað við bygninginum og møguliga fór at brúka hann til annað endamál enn tað, sum kommunan ynskir skal vera á havnalagnum. Hesi 20 árini hevur kommunan lutvíst brúkt bygningin til verkstað, smiðju, goymslu og starvsfólkahøli hjá nøkrum av starvsfólkunum hjá Tórshavnar Havn. Somuleiðis er ein partur av bygninginum leigaður út til nakrar vinnufyritøkur.
– Hóast bygningurin er gamal, so kundi tú óivað fingið somu upphædd fyri hann í dag sum í 1994, ljóðar metingin hjá Bjørn á Heygum.
Sølan
Í síni frágreiðing til Kommunala Eftirlitið vísir Tórshavnar Kommuna á týdningin av at kommunan sjálv hevur tamarhald á, hvat virksemi fer fram við havnalagið. Sambært kommununi er tí ikki skilagott at selja gamla saltsølubygningin, sum kommunan keypti í 1994. Verður bygningurin seldur, so fylgir lendið undir bygninginum við. Og tá kann kommunan við tíðini missa tamarhaldið á økinum, til dømis um keyparin einaferð í framtíðini velur at brúka økið til okkurt annað.
– Hetta er ein rættuliga tápulig undanførsla og enn eitt dømi um, hvussu tú kanst manipulera, júst sum tú vil. Kommunan kann antin selja bygningin ella lata vinnulívið byggja sær bygningar á hesa leigugrundina, ynskir man tað, sigur Bjørn á Heygum.
Við Sosialin 3. oktober upplýsti stjórin á Umhvørvisstovuni, at hetta er ein vanligur framferðarháttur:
– Tað er einki, sum forðar vinnulívinum at byggja bygningar á leigugrund. Tað er ein vanligur háttur at brúka, um kommunur ikki vilja spæla sær av við lendi við havnaløg, sigur Petur Nielsen, stjóri á Umhvørvisstovuni.
Kommunan kundi við øðrum orðum latið onkra privata fyritøku bygt ein vinnuligan bygning á leigugrund, har sum gamla saltsølan stendur í dag. Møguleikin er tó als ikki umrøddur í frágreiðingini hjá Tórshavnar Kommunu til Kommunala Eftirlitið.
Lógloysi
Advokaturin hevur fylgt málinum um Sjóvinnuhúsið, og hansara niðurstøða er greið:
– Tórshavnar Kommuna er farin út um alt mark fyri, hvat ein kommuna hevur heimild til, sigur Bjørn á Heygum.
Hann reisir tí spurningin, hvat vit hava skrivligar reglur og eitt eftirlit til, um so er at slíkt ber til.
Tórshavnar Býráð játtaði fyrst 20 milliónir krónur til at renovera fasadurnar á bygninginum. Síðani tók býráðið undir við einum tilmæli frá havnameistaranum um at brúka 4,2 milliónir krónur til ráðgeving og projektering, ið skuldi liggja til grund fyri at bjóða arbeiðið út. Havnameistarin roknaði tá við at bygningurin kundi innrættast fyri 58 milliónir. Men tá avtornaði bleiv kostnaðurin 74 milliónir krónur. Og tá er framvegis óvissa um rokningina fyri sjóvarhitan, sum er ein íløga á 4-5 milliónir krónur.
– Býráðspolitikararnir eru allir involveraðir í málið, og tí mutar eingin ímóti ídag. Ert tú ósamdur, so ert tú ósamdur við tær sjálvum, og tað er sjáldan gott fyri ein politikara, sigur Bjørn á Heygum.
Brot úr greinarøð í SOSIALINUM




