Í svarið frá Kommunustjóranum hjá Tórshavnar Kommunu til Kommunala eftirlitið, hevur Tórshavnar Kommuna lagt dent á at endamálið við Sjóvinnuhúsinum er fyrst og fremst at bygningurin skal brúkast til verkstað, smiðjur, goymsla, starvsfólkahølir og goymslu hølir til størri amboð hjá Tórshavnar Havn.
Í svarið frá Kommunustjóranum hjá Tórshavnar Kommunu til Kommunala eftirlitið, hevur Tórshavnar Kommuna lagt dent á at endamálið við Sjóvinnuhúsinum er fyrst og fremst at bygningurin skal brúkast til verkstað, smiðjur, goymsla, starvsfólkahølir og goymslu hølir til størri amboð hjá Tórshavnar Havn.
Áðrenn bygningurin varð umvældur húsaðust; Sp/f Gráastein, Sjóvinnubúðin, Havstovan, Váðasteinur, Det Norske Veritas, Sekstant sp/f, Navit, Knud E. Hansen og Vikmar í bygninginum og í brævið til kommunala eftirlitið skrivar Tórshavnar Kommuna at nú er ætlanin at loyva hesum somu fyritøkum inn aftur at leiga.
Sambært brævinum frá kommunustjóranum er ætlanin bert at leiga út yvirkapasitet til vinnufyritøkur sum eru kníttar at virksemi í sjóvinnu.
Í brævinum til kommunala eftirlitið verður upplýst at bygningurin nú er “umvældur” fyri 90 mió. Kr. og umvælingakostnaðurin pr. m2 er kr. 13.000,-.
Hóast kommunustjórin leggur stóran dent á at sama virksemið, smiðjur, verkstað o.a. fyri størsta mun kemur at halda fram, so skrivar Torshavn.fo so seint sum 19. august:
……skulu hava 2800 fermetrar av skrivstovum, um 2200 fermetrar til felagsøki, gott 700 til goymslu, 450 til verkstað og tøknirúm og slakar 600 til matstað, umframt onnur høli. Sjóvinnuhúsið skal liva upp til øll dagsins krøv til nýmótans altjóða skrivstovuumhvørvi, samstundis sum okkurt av gamla saltsølubygninginum verður varðveitt…
Eisini hevur Tórshavnar Kommuna alment boða frá at:
Karmarnir verða framúr góðir. Harvið leggur Tórshavnar kommuna lunnar undir eitt virkið og vakið vinnulív.Hølini kunnu nýtast til eitt nú oljuvinnu, offshore, virðisøking av fiskavørum, havtøkni, marknaðarførslu, havkanningar, reiðaravirksemi, lívtøkni, ráðgevaravirksemi, aling og gransking, KT-menning til sjóvinnu, íverksetan og ymiskt skeiðsvirksemi…..
Tann 10. oktober 2013 fráboðar Tórshavnar Kommuna:
….. Í tøttum samstarvi við vinnulívið stendur Tórshavnar havn á odda fyri at gera saltsøluna á Vestaru bryggju til vinnuhús. Bygningurin skal húsa fyritøkum, ið hava eitthvørt við sjógvin at gera.…….Rúm verður fyri sløkum 300 fólkum á knøppum 2600 skrivstovufermetrum, tá umvældi bygningurin er klárur at taka í nýtslu……
Hava umvælt seg til betri pláss
Kommunustjórin skrivar í brævinum at eftir umvælingina (90 mió) verður størri partur av bygninginum enn frammanundan nýtiligur og umhugsar kommunan at nýstovnaða Nýskpanarhúsið Hugskotið kann flyta inn…..
…. Umframt hevur Tórshavnar Kommuna samráðingar við almennan granskingar- og menningarstovn um møgulig leiðumál í Sjóvinnuhúsinum…..
Frágreiðingin frá Kommunustjóranum stendur ikki sørt í andsøgn til útmeldingar frá býráðnum um at nýggja Sjóvinnuhúsið skal verða eitt framkomið íverksetarahús í einum altjóða umhvørvið. (les her)
Sí bræv frá kommunustjóra til kommunala eftirlitið (pdf) niðanfyri:




