Nýggja ferðasambandið til Kalsoyar hevur longu nú havt við sær betri tænastu til oynna í sjúkraørindum.
Í vikuni sum fór, var boð eftir sjúkrabilinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, um at koma til mikladals eftir sjúklingi, ið skuldi á sjúkrahúsið.
Tað man mangan fyrr hava verið buldrarligt hjá sjúklingum á Kalsoynni, um teir skuldu flytast á børu til sjúkrahúsið, tí neyvan altíð hevur verið tespuligt at verið fluttur av húsum oman á støðna og umborð á Barsskor ella sum fyrr, umborð á Medicus.
Nú má sigast at hetta er søga, tí er veðrið bert nøkunlunda, so ber nú væl til hjá sjúklingum í Kalsoynni at fáa ambulansatænastuna hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi líka til dyrnar.
Sum skilst, so tók tað bert um tveir tímar í síðstu viku, frá tí at sjúkrabilurin fór av Klaksvík til Mikladals og til bilurin var aftur á sjúkrahúsinum við sjúklinginum.




