Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjúkrahúsið skal stjórnast lokalt

Jan Gardar

Tey sum kenna søguna hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, vita at hetta er eitt hjartabarn hjá okkum sum búgva her. Sjúkrahúsið kom tí lokalar kreftir tóku seg saman til at seta á stovn eitt sjúkrahús, sum skuldi taka sær av teimum uppgávunum sum sjúkrahúsini hava. Sum sjóvinnubýur var hetta eisini eitt týdningarmiki mál fyri okkara sjófólk.

Í nógv tíggjuár hava vit merkt trýsti frá miðfyrisitingini, um hon so situr í Havn ella í Keypmannahavn, Eitt trýst um at minka um virksemi á sjúkrahúsinum í Klaksvík. Vit hava mist nakrar uppgávur, men vit hava eisini vunnið fleiri sigrar fyri okkara sjúkrahús. Vit fara ikki at lata fleiri uppgávur frá okkum. Vit standa saman, um at tryggja at okkara sjúkrahús skal hava ein góðan, og lokalan grundvøll at standa á, og at sjúkrahúsið eisini kann bjóða tær tænastur, sum eitt lokalsjúkrahús skal bjóða.

Vit uppliva enn einaferð, at royndir verða gjørdar til at avmarka tað lokala sjalvstýri. Talan er um at leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu. Hetta má ikki henda. Ein felags leiðsla merkir, at tey smáu sjúkrahúsini verða løgd undir enn harðari trýsti frá miðfyrisitingini, og vandi er fyri at vit fara at missa okkara sjúkrahús.

Hetta kunnu vit ikki finna okkum í. Eg ætli mær, um eg komi í býráðið, at berjast fyri at klaksvíkingar, norðoyingar og alt føroya fólk, framhaldandi skulu kunna leita sær eftir heilsuhjálp á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Eg vil eisini stríðast fyri at okkara sjúkrahús í framtíðini skal hava møguleikan at hava serkunnleikar, so sjúklingar úr øllum Føroyum kunnu leita sær hjálp á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Jan Gardar, valevni Fólkafloksins til býráðsvalið.