Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjúkrahússtjórin sín fyrsta arbeiðsdag

Jóhann Lützen

Alexandra á Dul er nýggjur stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í dag hevði hon sín fyrsta arbeiðsdag og vit vóru og vitjaðu

Tað var ein heilt serligur dagur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í dag. Stafettin varð nevniliga givin víðari á stjórasessinum. Heri Ellingsgaard hevur verið stjóri seinastu 35 árini, men nú er kvinna komin í mans stað. 

Alexandra á Dul er 38 ára gomul og hevur bachelor í heimspeki og búskapi og cand. merc. í human resource management og búskapi frá Copenhagen Business School.

Vit fingu nakrar myndir í góðveðrinum av Alexandru og eisini Súsonnu Olsen, sum hevur verið virkandi sjúkrahússtjóri seinastu tíðina. 

Norðlýsið ynskir Alexandru hepna hond í starvinum.