Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjúkrahúsverkið bakkar 17 ár aftur í tíðina

Jóhann Lützen

Har tað áður var so, at ein sjúkrahúslækni varð settur í starv á einum av teimum trimum føroysku sjúkrahúsunum, hevur tað síðani 2018 verið so, at serlæknar verða settir í “Sjúkrahúsverki Føroya við staðseting á einum depli á Landssjúkrahúsinum”. Hetta framgongur av svari uppá fyrispurning til heilsumálaráðharran frá fýra tingmonnum úr Norðoyggjum.

Í gomlum døgum var tað eisini so, at yvirlæknar vórðu settir í Sjúkrahúsverki Føroya við tænastu á Landssjúkrahúsinum, men hetta varð í 2001 broytt til, at læknarnir skuldu setast á teimum einstøku sjúkrahúsunum. Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús gjørdust sostatt setanarmyndugleikar tá og hava verið tað fram til 2018.

Eisini leiðslan verður nú sett í einum felags Sjúkrahúsverki Føroya, tó “við tænastu á einstøku sjúkrahúsunum”, sum tað eitur seg í svarinum frá Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharra.

Ein kann sostatt siga, at við “Menningarætlanini” eru sjúkrahúsini bakkað 17 ár aftur í tíðina, frá 2018 aftur til 2001, tá setanarmyndugleikin varð lagdur út til einstøku sjúkrahúsini.

Harleyfacadeacryl