Tey trý, Jos de Blok, Gonnie Kronenberg og Ard Leferink byrjaðu í 2006 heimasjúkrarøktarfrøðiskipanina Buurtzog. Tey byrjaðu við 4 sjúkrarøktarfrøðingum og hava í dag 11.000 sjúkrarøktarfrøðingar í starvi. Ongin í Buurtzog fæst við HR ella marknaðarførslu.
Nýggja skipanin Buurtzog í Hollandi hevur 11.000 sjúkrarøktarfrøðingar, einans 2 stjórar og eina fyrisiting upp á tilsamans 72 starvsfólk. Skipanin prógvar, at tað er væl gjørligt at fáa vælvirkandi sjúkrarøkt, hóast færri enn 1% av starvsfólkunum fáast við leiðslu og fyrisitingarligar uppgávur.
Tey trý, Jos de Blok, Gonnie Kronenberg og Ard Leferink byrjaðu í 2006 heimasjúkrarøktarfrøðiskipanina Buurtzog. Tey vóru ørkymlað av at verða stýrd av ordrum og eftirliti, og sóu, at tað gekk út yvir røktina, og settu sær fyri at gera eina nýggja skipan, ið bygdi á frælsi, álit og sjálvræði. Tey byrjaðu við 4 sjúkrarøktarfrøðingum og hava í dag 11.000 sjúkrarøktarfrøðingar í starvi. Ongin í Buurtzog fæst við HR ella marknaðarførslu.
Menniskjaligheit omanfyri bureaukrati, einfaldni omanfyri kompleksitet og tað praktiska omanfyri tað teoretiska er teirra modus operandi, ið skal geva teimum røktarkrevjandi meiningsfull, sjálvstøðug lív við sjálvsavgerðarrætti.
Heilsurøktin hjá Buurtzog er skipað í toymi, har starvsfólkini samstarva í smærri toymum við upp til 12 sjúkrarøktarfrøðingum. Tá eitt toymi gerst fleiri enn 12, fer tað sundur í tvey toymi. Hetta ger tað gjørligt at vaksa nógv í tali uttan at tað hevur ein tørv á leiðslu við sær.
Hvørt toymi hevur ábyrgd fyri einum ávísum grannalagi í Hollandi, og tað eru hesi einstøku toymini av sjúkrarøktarfrøðingum sjálvum – ikki nøkur leiðsla – ið tekur sær av tilrættalegging av arbeiðinum, menning av starvsfólkunum, av at søkja eftir nýggjum sjúkrarøktarfrøðingum, og av starvssetanum og uppsøgnum.
Í dag eru umleið 900 tílík sjálvstýrandi toymi í Hollandi við tilsamans 11.000 sjúkrarøktarfrøðingum. Einans 50 av hesum starvast við fyrisiting, og er tað bert 0,4% av samlaða starvsfólkahópinum. Hartil eru 2 stjórar og 20 “coaches”. Tað merkir, at tað eru færri enn 1 leiðslustarvsfólk fyri hvørjar 100 sjúkrarøktarfrøðingar.
Hetta letur seg m.a. gera við at sjúkrarøktarfrøðingarnir spyrja hvønn annan, heldur enn fyristøðufólk, tá tær hava spurningar. Buurtzog hevur gjørt eitt intranet, har einstøku sjúkrarøktarfrøðingarnir kunnu seta spurningar og fáa svar frá øðrum sjúkrarøktarfrøðingum, uttan at nakar leiðslupersónur blandar seg. Vanliga gongur skjótt at fáa svar, sjáldan meira enn fáir tímar.
At skipanin hjá Buurtzog er ein sólskinssøga, prógva hagtølini. Samanborin við aðrar heimasjúkrarøktarfrøðitænastur í Hollandi er fráfallið hjá Buurtzog 50% minni, fráveran 33% minni, og nøgdsemi hjá teimum røktarkrevjandi 30% hægri. Og ikki minst – overhead-kostnaðirnir hjá Buurtzog eru 67% lægri enn hjá øðrum tænastuveitarum.
Aðrar fyritøkur hyggja longu at Buurtzog fyri at fáa inspiratión, og tað verður helst munandi meira av tí, so hvørt tørvurin á heilsurøkt og sjúkrarøkt fer at økjast í framtíðini.
Kelda:



