Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til útiøkið hjá Nánd
Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Talan er um eitt fast starv, 32 tímar í miðal um vikuna í skiftandi vaktum, tó flestar kvøldvaktir. Starvið verður at seta 01.august 2017 ella skjótast møguligt.
Dentur verður lagdur á:
- Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Evni og áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
- Góð tvørfaklig samtarvsevni
- Evni og áhuga í at vera kreativ og nýhugsandi í arbeiðinum
- Jaligheit og smidleika
Vit kunnu bjóða:
- Eitt spennandi arbeiðspláss
- Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- Gott samstarv við onnur fakfólk
Starvsetan og løn
Starvð verður at seta sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Annu Jacobsen, deildarleiðara á Miðstøðini, á tlf. 730212.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. mai 2017 kl. 12.00.
Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd – Kulibakki 8 – 520 Leirvík, ella á teldupost: nand@eystur.fo
Sí meira um Nánd Heimatænastuna á www.eysturkommuna.fo/nand/




