Myndarøð: Beint eftir middag kom Sjúrðarberg á Klaksvík.
Sjúðrarberg, sum frystir avhøvdaðan fisk, hevur havt ein roktúr eystanfyri. Sjúrðarberg fór avstað 25. februar og hevur sostatt verið burtur í bara 33 dagar. Hann hevur fulla last, sum hesaferð er umleið 700 tons.
Skipari hendan túrin var Ásmund Olsen. Myndirnar tók Oliver Joensen, tá Sjúrðarberg legði at bryggju hjá NFCS, har hann skal landa komandi dagarnar.




