Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjúrðarberg kemur á Klaksvík á miðdegi

Jóhann Lützen

Korona ger at ongin sleppur í land ella umborð, upplýsir Hanus Hansen

Teir fóru úr Týsklandi leygardagin og koma á Klaksvík nú kl. 12.

Hanus Hansen sigur at Korona farsóttin ger at ongin av manningini sleppur í land og at ongin sleppur umborð.

Manningin skal testast fyri Korona áðrenn teir sleppa í land. Vit vóna at hetta verður í kvøld, sigur Hanus Hansen við Norðlýsið

Skipið skal fiska kongafisk í Irmingarhavinum og í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, umframt tosk í Barentshavinum. Skiparar vera Ásmund Olsen og Rólvur í Norðnástovu. 50 mans koma at hoyra til Sjúrðarberg, skrivaði Norðlýsið fyrr í summar.