Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjúrður gjørdi tað ógjørliga

Jóhann Lützen

Blaðstjórin á Norðlýsinum var í Kringvarpinum í morgun og viðmerkti ta fullkomiliga óvæntaðu støðuna, sum tað er, at ein javnaðarmaður í Havn fær yvir 1.000 atkvøður í Klaksvík.

Sjúrður Skaale tók øll á bóli, helst eisini seg sjálvan, tí hann ikki bara setti rekord fyri flestar persónligar atkvøður, men hann sló gamla metið við fleiri bátslongdum. Og 10% av sínum 10.823 atkvøðum fekk hann í Klaksvík.

Áðrenn í gjár høvdu fleiri forsvorið, at ein javnaðarmaður í Havn kundi vera fyrstvaldur í Klaksvík. Men Sjúrður Skaale gjørdi tað ómøguliga og fekk yvir túsund atkvøður í Klaksvík. 2.860 atkvøður vóru givnar tilsamans í Klaksvík, og av teimum fekk Sjúrður Skaale 1.066 og Javnaðarflokkurin 1.345.

Til stuttleikar kann nevnast, at góða valið hjá C og Sjúrði ger, at Signhild V. Johannesen, býráðslimur í Klaksvík, gerst varafólk fyri Sjúrð á Christiansborg. Hon fekk 222 atkvøður í Klaksvík og 366 tilsamans.

Her kann lesast og hoyrast um reaktiónina hjá blaðstjóranum:

Blaðstjórin í Góðum morgni Føroyum í KvF