Í dag verður Sjúrður Kjølbro 70 ár. Tey munnu vera mong, ið kenna fryntliga fyrrverandi skiparan hjá Strandfaraskipum Landsins.
Sjúrður fór sum heilt ungur til skips, og hugur hansara hevur alla tíðina verið til sjógvin. Hann fekk at kalla um endan av slupptíðini, men sigldi nógv við trolara.
Musiskar gávur hevur hann eisini í stórt mát og í nógvum sosialum samkomum hevur hann undirhildið við framúr klaverspæli og harmonikuspæli sínum.
Vit á Norðlýsinum og manningin á Sam ynskja Sjúrði hjartaliga tillukku við degnum.




