Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjúrður og Edmund á fundi við løgmálaráðharran

Tíðindaskriv

Hóast Sjúrður og Edmund umboða hvønn sín flokk og politiska áskoðan á Fólkatingi, sita teir, tá ið samanum kemur, sum umboð fyri alt Føroyar. Hurðarnar á gongini eru altíð opnar fyri samstarvi har tað ber til.

Í dag vóru Sjúrður og Edmund á fundi við løgmálaráðharran um sonevndu ‘fleirársavtaluna’ fyri politiið, sum eisini partvíst ásetir fíggjarkarmin fyri føroysku løgregluna.

Fólkatingsmenninir vístu á ábøturnar, sum føroyska løgreglan hevur gjørt vart við, og nú verður arbeitt víðari við at nútímansgera arbeiðsumstøðurnar og tólini hjá politinum við komandi avtaluni.