Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjúrður Skaale bleiv sleipaður inn av Ziska

Jákup Ósá

Havhestaungar: Fólkatingsmaðurin sigur, at tað var smekk fult av havhestaungum at síggja norðanfyri í dag.

Havhestaungar: Fólkatingsmaðurin sigur, at tað var smekk fult av havhestaungum at síggja norðanfyri í dag.

Seinnapartin kom bjargingarbáturin Ziska inneftir vágni í Klaksvík við einum báti. Skipari á hesum lítla bátinum var fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale, sum eisini er uppstillaður við Javnaðarflokkin til hetta løgtingsvalið. Hann var farin úr Havn í morgun eftir havhestaungum.

– Ætlanin var at fáa fleiri 100 havhestaungar, men vit fingu motorskaða, so Ziska mátti sleipa okkum inn, sigur Sjúrður Skaale, sum sigur, at sera nógv av havhestaungum var at síggja norðanfyri. Sí video niðanfyri.