Men aftasti og fremsti leikarin eru tó ikki tøkir.
Dagsins venjing vísti, at fleiri leikarar eru tøkir aftur. Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva, Mads B. Mikkelsen og Hallur Hansson venja allir við fullari ferð. Hallur hevur ikki spælt nakran dyst enn og skal helst venja eina tíð afturat áðrenn hann kann byrja ein dyst. Síðani er spurningurin, hvussu verður við Páll A. Klettskarð, Markus O. Pettersen, Jonn Johannessen og Óla Ey. Poulsen.
– Við Páll so vita vit ikki enn, so har mugu vit taka ein dag í senn. Men hann verður ikki við hesar dystirnar móti Ferencváros. Markus er við at blíva klárur. Jonn er mest sannlíkt langtíðarskaddur. Hjá Óla er tað ikki nakað álvarsamt, men hann verður ikki klárur týskvøldið, sigur Magne Hoseth við Norðlýsið.
Odmar Færø hevur leikbann, so KÍ manglar tríggjar leikarar, sum undir vanligum umstøðum høvdu byrjað inni í Markus O. Pettersen, Odmar Færø og Páll A. Klettskarð. Men tað at Jóannes, Patrick og Mads eru tøkir hevur fleiri møguleikar enn ofta áður.



