Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skaðarnir umborð á Ågot eru umfatandi

John William Joensen

Enn er ongin endalig loysn funnin, men serfrøðingar røða um møguleikarnar at fáa Ågot at flóta aftur við egnari megi og síðani at fáa hana á sleiðistøð.

Fleiri møguleikar vera umrøddir – Umborð á Ågot eru fleiri serfrøðingar í løtuni, ein teirra er Tormund Johannesen. Sum skilst, so hevði Tormund Johannesen hug til at sveitsa lúkurnar til lastina aftur, fyri síðani at blása luft niður í lastarúmið, soleiðis at skipið kundi flóta soleiðis, at tað kundi takast upp á beding.

Men seinni fór Tormund Johannesen at ivast í hesum møguleika, orsøkin var, at flatan var sera stór niðri í lastini, lastin hjá Ågot gongur nevniliga heilt fram í skarpin. Umyvirflatan á restini av sjónum í lastini gerst ov stór, so kann vandi vera fyri stabilitetinum, segði Tormund Johannesen.

Ein annar trupulleiki er eisini, at skipið hevur fingið sera stóran skaða á bakborðssíðu eisini, síðuni sum liggur ímóti kajuni. Her segði Tormund, at hann ikki var vísur í, um hol var á bakborðssíðu eisini. Við tað at Slættaberg støðugt trýstir Ågot ímóti stórukaj, so ber ikki til at koma niður ímillum kajina og skipið at vita um naka hol er har.

Í lastini gekst sera illa hjá sløkkiliðsmonnunum at koma ígjøgnum garneringar, fyri at kanna holið á stýriborðssíðu, har bungan á Nærabergi hevur rakt. Ein av sløkkiliðsmonnunum, Danjal Poulsen segði, eftir at menninir vóru kallaður upp úr lastini, tí pumpurnar hjá sløkkiliðnum ikki megnaðu at halda lens, at sera trupult var at koma út til skipssíðuna, tí har var so nógv tilfar í garneringini. Skipið hevur frá fyrstan tíð ikki havt frystilast, eisini er lastin gjørd til kassalast einaferð, so har vóru fleri løg av plátum og skúmi, harafturat komu teir eisini inná betong, ið helst er partur av ballastini hjá skipinum.

Enn er støða ikki tikin til hvussu endaliga skal farast fram og enn liggur Slættaberg við skrúvu og heldur Ågot ímóti kajuni. Ongin ivi er um, at Ågot er sera illa farin í bæði borð í fremru hálvu av skipinum.

Sí myndarøð og video