Eksponering av PCB og øðrum líknandi evnum kann hava árin á sáðkyknur. Tað staðfestir nýggj kanning av føroyskum monnum.
Eksponering av PCB og øðrum líknandi evnum kann hava árin á sáðkyknur. Tað staðfestirnýggj kanning av føroyskum monnum.
Ein nýggj kanning av føroyskum monnum staðfestir, at eksponering av dálkingarevnum íumhvørvinum, m.a. PCB, kann hava skaðiligt árin á sáðkyknur. Hendan kanning er tann fyrsta avsínum slag, har hugt verður eftir sambandi millum hesi skaðiligu evni í ungdómsárunum og sáðdisomy, sum kann hava við sær nøringartrupulleikar seinni í lívinum. Disomy er, tá sáðkyknur havaeitt X ella Y kromosom ov nógv.
“Vit hava tørv á meira gransking fyri at finna útav, hvussu hesi skaðiligu evni ávirka búningina avtestiklunum og teirra virki” sigur Pál Weihe, professari. “Eksponering av hesum evnum íungdomsárunum kann hava við sær trupulleikar við nøringini seinni í lívinum”.Tríggir ymiskir bólkar av føroyskum monnum luttóku í 2007-2010 í eini verkætlan á Deildini fyriArbeiðs- og Almannaheilsu, hvørs endamál var at fremja sáðgóðskukanningar. Fyrsti bólkurin vartilvildarliga útvaldir menn í aldrinum 24-27 ár, næsti bólkurin er ungir menn, sum hava luttikið íkviksilvurkanningunum á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, síðani teir vóru føddir, og triðibólkurin er pápar at børnum, sum hava luttikið í granskingarverkætlan í 2009-2011. Í alt vórðu 90sáð- og blóðroyndir frá monnum úr øllum trimum bólkunum kannaðar í samband við hesa verkætlan.Fyri 33 av hesum monnum var blóðroynd tøk frá 14 ára aldri.
Umframt at kanna mongdirnar av PCB í blóðroyndunum, vórðu sáðroyndirnar kannaðar fyri disomy.Orsøkirnar til at disomy kemur fyri eru ókendar, men umhvørviseiturevni eru undir illgruna.
Føroyska kanningin vísti, at menn við hægri virðum av PCB og DDT, bæði sum vaksnir og við 14ára aldur, høvdu hægri títtleika av sáð disomy. Hettar úrslit stuðlar undir aðrari kanning hjá Dr. Perryav monnum í USA, sum søktu sær hjálp fyri barnloysi. Hon fann tá, at teir menn, sum høvdu hægrivirðir av skaðiligum evnum í blóðinum, høvdu sama slag av sáðkyknubroytingum, sum síggjast íføroysku kanningini. Av tí at hettar eru tær fyrstu kanningar av sínum slag, er tørvur á, at hesi úrslitverða endurfunnin í fleiri kanningum.
Á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava vit áður funnið og almannakunngjørt, atsáðkonsentratiónin hjá føroyskum monnum er áleið tann sama ella kanska lægri samanborið viðdanir, sum hava millum tær lægstu sáðkonsentratiónirnar í heiminum. Sambandið millum sáðgóðskuog fruktbari er væl kannað í útlendskum verkætlanum. Her er staðfest, at tá sáðkonsentratiónin hjámonnum fer niðurum 40 mill/ml, hevur hetta negativ árin á fruktbarið. Hjá føroysku monnunum varðfunnið, at helvtin av monnunum hevði eina sáðkonsentratión undir 40 mill/ml og tískil hevur so lágakonsentratión, at tað gongur út yvir teirra fruktbari. Afturat hesum vísti tað seg, at lutfallið millummongdirnar av ymisku kynshormonunum var øðrvísi hjá føroysku monnunum samanborið við danir,og hetta kann hugsast at ávirka sáðgóðskuna.
Umframt Pál Weihe, Jónrit Halling og Mariu Skaalum Petersen, frá Deildini fyri Arbeiðs- ogAlmannaheilsu og Fróðskaparsetur Føroya, hava Melissa Perry o.o. frá Milken Institute, The GeorgeWashington University og Philippe Grandjean frá Syddansk Universitet og Harvard School of PublicHealth luttikið í hesi verkætlan.
Greinin “Sperm aneuploidy in men with elevated lifetime exposure toDichlorodiphenyldichloroethylene (DDE) and Polychlorinated Biphenyl (PCB) pollutants” varðalmannakunngjørd á netinum 4. november 2015 í tí altjóða vísindalig tíðarritunum EnvironmentalHealth Perspectives (http://ehp.niehs.nih.gov/15-09779/).




