Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skaftafell á Klaksvík við 40 kontainarum

Oliver Joensen

So er siglingin hjá Samskip uppá Klaksvík byrjað av álvara. Ídag kom Skaftafell á Klaksvík við og eftir kontainarum.

Niclas Niclassen, sølumaður hjá Samskip í Klaksvík sigur, at Skaftafell hendan túrin kemur á Klaksvík við 40 kontainarum til lastina hjá Skálabergi, sum skal av landinum og eisini fer skipið avstað aftur við fýra kontainarum av farmi úr Suðuroynni og Klaksvík.
Hóast sera harðar glaður vórðu ídag av eysturi, gekk tað væl hjá høga skipinum at koma at bryggju.