Í kvøld er skái, í morgin væntast sera ringt veður. Danskarar plaga at siga ’stilhed før storm’. Verður hetta føroyskað, verður tað kallað ein skái; og tað lýsir hendan myndin hjá Jóannisi Sørensen sera væl.

Jóannis Sørensen hevur verið so fryntligur at vísa okkum hesa myndina og brúka hana. Myndin er tikin fyri góðum tíma síðani.
Tað er at nýta hesa góðu og vøkru løtuna í kvøld og keypa inn til pannukøkur í morgin. Tí tað verður pannukakuveður í morgin, sigur veðurforsøgnin. – Ella vit kunnu siga, at í morgin verður veður at sita inni.