Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skal restin av Uppsalabø varðveitast?

Elisabeth Joensen

Av og á hoyrist graml um ætlanir, sum kommunan hevur við tí, ið eftir er av Uppsalabø, men enn er økið óspilt. Eg fái ikki frið á mær, fyrr enn eg havi gjørt vart við, at myndugleikarnir eiga at hugsa seg væl um, so at tað ikki verður farið fyrilitarleyst buldrandi við gravimaskinum ígjøgnum Uppsalabø.

Av og á hoyrist graml um ætlanir, sum kommunan hevur við tí, ið eftir er av Uppsalabø, men enn er økið óspilt.

Eg fái ikki frið á mær, fyrr enn eg havi gjørt vart við, at myndugleikarnir eiga at hugsa seg væl um, so at tað ikki verður farið fyrilitarleyst buldrandi við gravimaskinum ígjøgnum Uppsalabø.

Væl veit eg, at tað ber ikki til at friða allan bø og steðga allari menning. Onkustaðni skal byggjast. Vit skulu gleðast um allan framburð men eiga tó at geva náttúruni ans og royna at varðveita tað, ið er fornminni, hevur virði, sum er gamalt, søguligt og vakurt.

Hvat hevur virði?

Einaferð vóru ætlanir at byggja stóran handilsbygning á Gerðabø. Hetta skapti mikla øsing millum manna. Fólk savnaðu undirskriftir og mótmæltu, tí tey ynsktu, at Gerðabøur skuldi friðast. Bøurin skuldi vera grønt øki. Ført varð fram, at tað er vakurt hjá gestum, ið koma úr tunnlinum, at síggja hesar vøkru, grønu fløtur framvið Borðoyarvík, og rætt er tað.

Eisini varð víst á minnisvarðan um skalvalopini, ið har stendur.

So kom kjakið um tunnlarnar norður um fjall, har eitt uppskot var at gera tunnil úr Gerðabø til Árnafjarððar. Aftur reistu fólk uggafjarðarnar og vildu verja Gerðabø. Einki ilt um at friða Gerðabø men alt hetta kjak og stríð fekk meg at hugsa um Uppsalabø við síni søgu, fornminnum og vakurleika, har meginparturin nú er farin undir vegir og bygningar.

Hagi og ánarar hava latið nógva jørð til menningina í býnum:

Í Uppsølum var gott at vaksa upp og friðsælt, sum úti á bygd. Fáu húsini stóðu í eini røð oman ímóti Hæddini við stórum, grønum víddum allar vegir.

Omanfyri húsini var bøgarðurin, rættin og hagi niðan ímóti fjøllunum. Kýrnar stóðu og beljaðu við liðið vøkru summarkvøldini og bíðaðu, til eigararnir komu og leiddu tær heim í fjósið.

Børnini spentu avstað, tá ið fjallgongan kom oman av Horni, og menn róku seyðin í gomlu rættina, ið var nakað norðaliga, har Rættargøta er nú. Á hesum øki er nú nýggjur býlingur.

Oman ímóti Borðoyarvík var grønur, slættur bøur. Henda bø hava forfedrarnir velt. Her spældu børn á sumri og vetri, fólk hoyggjaðu, og menn settu niður epli.

Mangur, ið kom niðan í Uppsalar, tók til frálíka útsýnið og vakra bøin oman ímóti sjónum.

Tað neit eisini fast, serstakliga hjá teimum eldru, at síggja stórar gravimaskinur grópa niðri í bønum og síggja stórar bygningar verða bygdar á hetta vakra lendi.

Tá tók mangur til, at nú var “idyllurin” í Uppsølum farin, men fólk mundu sláa seg til tols við, at tað ber ikki til at steðga menningini.

Afturat ídnaðarøkinum í Klingrugarði, keypti kommunan eisini økið til Ringvegin, har hús verða bygd framvið, og kommunan hevur eisini ognað sær allan bøin undir Fossum til sethúsabygging.

Lendið niðri við Borðoyarvík er latið til tunnilsvegin og til undirsjóvartunnilin. Har er bátahylur, har var trygdarmiðstøð, og kommunan hevur keypt meir lendi har til ymiskt annað.

Hagi og eigarar hava latið allan henda vakra bø til menningina í býnum.

Søgan í fáum orðum:

Tað vóru landnámsmenn, ið búsettust niðri á bakkanum við Borðoyarvík, sum vit nevna Niðri á Toftum. Ein útgrevstur avdúkaði eitt øki, ið hevur verið bygt í víkingatíðini og nakrar øldir seinni.

Seinni fluttu fólk longur niðan at búgva. Hetta hevur verið nakað undan 1584. Navnið “Uppsalir”, ofta framborið “Ussalar”, er eisini kent í øðrum londum og merkir salurin ella húsið, ið er høgt uppi.

Hildið verður, at jørðin í Uppsølum var ogn langt upp í miðøldina men í 14. og 15. øld, vóru 4 merkur latnar til Munkelívs Klostur við Bergen, sum tá var vanligt í katólska heiminum, og hesar merkur vóru seinni kongsjørð.

Í Uppsølum vóru og eru enn 15 ½ mørk. 4 ½ mørk er kongs, meðan 11 merkur eru ogn.

Ognarjørðin gjørdist sum frá leið ógvuliga smábýtt, og í 1700- og 1800 talinum vórðu stórar innleggingar gjørdar, sum fimmfaldaðu bøin.

Í kongsbønum eru mest nøvn, ið lýsa lendi og útsjónd, meðan tað í ognarjørðini eru rættiliga nógv, áhugaverd nøvn.

Fleiri av nøvnunum á ognarjørðini eru forn norrøn fólkanøvn, og eisini eru fólkanøvn við bíbilskum uppruna úr miðøldini.

Hetta er sera áhugavert og sjáldsamt. Teigarnir bera enn hesi gomlu, søguligu nøvn.

Í Uppsølum verður ein av kongsmerkrunum nevnd Abbaldamørk ella Apaldamørk, og hildið verður, at navnið kemur av orðinum: “abbati”, ið er fyristøðumaður í kleystri. Henda jørð er mestsum øll farin undir veg og rundkoyringina við Borðoyarvík.

Yvir á Bø, Dalsmannajørð, Múlagentujørð, Brynhildarjørð og Garðamørk eru somuleiðis næstan burtur.

Sunnasti bøurin, út ímóti tunnilsmunnanum, verður nevndur “í Forna” og “úti í Brekkum”. Hesin bøur er lagdur inn av haganum fyri ár 1800 og er í sama standi enn. Hetta má vera elsti, velti bøur í Klaksvík.

Sunnanfyri Tjaldrafløtt er Dalurin, Súpanarsleivin, partur av Rakulsjørð, Deildin, Skarðsdeildin, Tungan, Gunnadeild, Hanusarjørð (ovara og niðara), Sissaljørð, Sandheygur, Fornin, Stuttteigar og Langteigar.

Møguliga er lítil partur eftir av tí, ið nevnist: Eystara Hornmørk, Vestara Hornmørk, Grækarisarjørð, Norðara Samogn, Toftin, Vørgunnarheygur, Sunnara Samogn, Ellisdeild og Langteigar.

Uppsalir er av elstu býlingum í Føroyum og var einaferð stórsti býlingurin. Um 1870 vóru 16 hús í Uppsølum. Vit vita flestu húsanøvnini, og tað sæst á tekningum og myndum, hvar á leið, húsini hava staðið.

Omanfyri gomlu húsini í Uppsølum rennur frálíka keldan við tí tiltikna “Uppsalavatninum”. Tá ið onkur lá sjúkur í bygdini, so var ikki óvanligt, at fólk komu niðan í Uppsalar við íløtum eftir hesum heilsubótarvatni.

Tað vóru eisini tey, ið bara komu niðan at vitja, sum høvdu vatn úr Uppsølum heim við sær, tí tað skuldi vera serstakliga gott vatn.

Dungastovan:

Nú eru flestu húsatoftir burtur. Niðri í Húsinum (á Tjaldrafløtti) síggjast toftirnar væl enn og eru friðaðar. So er ein toft ovari, og har vóru húsini á Dunganum, ið stóðu uppi til 1930. Eg hoyrdi ofta eldri fólk nevna húsið “Dungastovan”.

Í bókini: “Tey byggja land 7. partur”, eftir J. Símun Hansen, stendur at lesa um Uppsalir, og har er skrivað um fólk, ið búðu í húsunum á Dunga longu um ár 1700.

Síðani hava fólk búð í húsinum, til seinasti maðurin giftist í 1882 og bygdi hús úti í Víkunum.

Húsanavnið fylgdi við honum, so Dunga-navnið úti í Víkunum stavar upprunaliga úr Uppsølum. Á sama hátt er við Vátutoft og í Toft. Hetta eru húsanøvn, sum fólk, ið fluttu úr Uppsølum, tóku við sær.

Mær er sagt, at kommunan keypti húsini á Dunga, og tá kom ein kona at búgva har, ið nevnd var Katrina á Strond. Hon varð ættað av Strondum og hevði búð norðuri á Strond.

Henda kona varð rópt “Kettukonan”, tí hon hevði fleiri kettur. Allar ketturnar høvdu nøvn. Um kvøldið plagdi hon at koma út í tún at rópa ketturnar inn, sum mundu vera um eini 15 í tali. Eldri fólk í Uppsølum mintust Kettukonuna og søgdu okkum frá henni, og tey mintust eisini fleiri av kettunøvnunum.

Økið kundi verðið ein perla í býnum:

Tað, sum eftir er av Uppsalabø, er eitt samanhangandi, óspilt øki frá Tjaldrafløtti og suðureftir til gamla bøgarðin við tunnilsmunnan og niðan ímóti verandi, elligamla bøgarði.

Smáu teigarnir eru enn, sum í avgomlum døgum. Havi hoyrt eldri fólk siga, at teigarnir hava slíkt skap og hall, at forfedrarnir hava hugsað um sólina, tá ið teir gjørdu teigarnar og veltu korn.

Toftirnar av húsunum á Dunga síggjast enn, frágreiðing og myndir eru av húsunum, tí kundi verið eitt hugskot at bygt húsini uppaftur og møguliga bygt nøkur smá úthús og soleiðis endurskapt nakað av tí gamla.

Mataráin, Brunnurin og Áin í Dal (ella Dalsáin) liggja opnar enn. Tiltikna keldan er her við besta kelduvatni, og bøurin er óskalaður.

Allir møguleikar skuldu verið at fingið okkurt gott, gamalt burturúr – eitt náttúrufrístað í hugnaligum umhvørvi, sum minni um farna tíð, sum fólk her á staðnum og ferðafólk kunnu njóta og fáa gleði av.

Uppsala-Pætur var ættaður hiðani. Við góðum hugflogi kundi mangt verið gjørt burturúr søgnini um hann.

Eins og tað er vakurt hjá gestum, ið koma úr tunnlinum, at síggja Gerðabø, so er eisini vakurt hjá gestunum, tá ið teir fara avstað aftur úr býarmeldrinum, at koyra framvið vøkru teigunum í Uppsølum, ið eru varðar eftir teir, sum við haka í hond gjørdu hesar heiðar til gróðrarbúnar teigar.

Mugu taka málið upp, áðrenn ov seint er:

Biskupsstøðbøur er farin og meginparturin av Vágsbø. Ikki kann sigast, at vit í Klaksvík hava verið røsk til at varðveita gomul virði, eins og gjørt hevur verið á ymsum øðrum plássum.

Her er avgjørt ein møguleiki, og tað verður spell, um tað sindrið, ið eftir er av Uppsalabø við sínum fornminnum, eisini skal fara.

Á hesum øki eru ongar útstykkingar gjørdar, so tað er júst nú, at viðkomandi myndugleikar eiga at taka málið upp og gjølla kanna og umhugsa, hvat gerast skal við økið í framtíðini.

Jørð er eitt viðkvæmt evni. Ætlanin er als ikki at gera nakran firtnan ella at øsa fólk, men eg noyðist at koma við míni hugsan og meining, áðrenn ov seint er.

Tá ið Uppsalahagi og ánararnir longu hava latið nógva jørð til menningina í býnum, so síggi eg einki forgjørt í, at tað, ið eftir er, verður varðveitt og friðað.

Haldi eisini, at vit skylda forfedrunum og komandi ættarliðum tað.

Betta á Dalinum