Skála hevur havt nakað av útskifting í hópinum í vetur.
Skála var uppflytari í fjør, men megnaði at halda sær í deildini. Sum heild var talan um gott avrik og liðið megnaði at taka stig frá teimum flestu liðunum og serliga á Skála fingu øll liðini sera harða mótstøðu. Nú skal Skála undir sítt næsta ár í Effodeildini á hesum sinni, og ofta verður sagt, at næsta árið er tað truplasta. Skála hevur fyrireikað seg væl, og stutt eftir kappingina í fjør vóru longu fýra nýggir leikarar komnir uppá pláss. Liðið hevur eisini eina avísa frágongd, men á pappírinum tykist liðið hava fingið gott fólk ístaðin. Kaysten Rasmussen er ábyrgdarpersónur av Effoliðnum og hann sigur, at hópurin er nærum endaligur.
– Vit vilja helst hava ein málverja knýttan til hópin afturat, men annars eru vit væl nøgdir við hópin og vænta ikki, at nakrar stórar broytingar vera afturat áðrenn kappingarbyrjan, sigur hann við Norðlýsið.
Skála 2017:
Tilgongd: Mamuka Toronjadze, Valerian Iobashvili, Andras Frederiksberg, Michal Przybylski, André Olsen
Frágongd: Fritleif í Lambanum, Rasmus Andersson, Rógvi E. Nielsen, Pauli G. Hansen, Rógvi Ryggshamar, Símun Petur Poulsen




