Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skála-KÍ: Skála gjørdi bart

Jákup Ósá

Venjingardystur var á Skála í kvøld.

Venjingardystur var á Skála í kvøld.

KÍ byrjaði í nærum sterkastu uppstilling, har Rodrogo Silva spældi sum fremsti leikari. Í hálvleikinum var støðan 1-1, men í seinna hálvleiki skoraði Skála tvær ferðir, so at teir vunnu 3-1. Málið hjá KÍ kom eftir frísparks innlegg, har Atli Danielsen skoraði. Rodrigo spældi 70 minuttir, men kom ikki til so nógv og hevði truplar umstøður. Málini hjá Skála skoraðu Holgar Djurhuus, Pætur Dam Jacobsen og Ólavur Mikkelsen.

Skála byrjaði soleiðis: Mark Ryutin – Jákup Jacobsen, Teitur R. Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Rói Av Fløtum – Poul N. Poulsen, Andras Fredriksberg, Edvin Jacobsen – Jákup Johansen, Hendrik á Frídriksmørk, Holgar Durhuus. 

KÍ byrjaði soleiðis (4-2-3-1): Meinhardt Joensen – Gunnar Christiansen, Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ndende Adama Gueye, Hjalgrím Elttør – Ivan Joensen, Rodrigo Silva, Heðin Klakstein. Í seinna hálvleiki komu Andrias Frederiksberg, Ísak Simonsen, Álvur Christiansen og Jóhan Jacobsen á vøllin.