Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skála kunngjørdi gott hál

Jákup Ósá

Pætur Dam Jacobsen, Andras Frederiksberg og Mikkjal Thomassen vóru menninir, ið Skála fær afturat í hópin.

Tað kunngjørdi Skála á ársveitsluni leygarkvøldið. Pætur Dam Jacobsen og Andras Frederiksberg koma afturat hópinum, meðan Mikkjal Thomassen skal virka sum ráðgevi hjá venjaraparinum Eliesar Olsen og Boga Gregersen.

Eisini Petur Pauli Mikkelsen og Jákup Johansen vera millum leikararnar í Skála hópinum, ið hava royndir úr bestu deildini. Sostatt kann sigast, at Skála hevur gjørt eitt gott hál við fyrireikingunum til næsta ár.