Pauli Poulsen, venjari, sigur, at Skála skal hava ein góðan dag fyri at fáa stig móti einum KÍ liði, sum hevur stóra breidd í hópinum.
Fríggjakvøldið verður dysturin á Summar Festivalinum, har oddaliðið KÍ tekur ímóti Skála. Skála hevur einaferð áður spælt á Summar Festivalinum, og tá vann KÍ 1-0 í nógva vindinum í 2007.
Bæði liðini hava brúk fyri stigunum og kanska serliga hjá KÍ stendur nógv uppá spæl, tí liðið er í harðari kapping í oddastríðnum. Europa luttøka er væl ávegis og so er spurningurin, um KÍ framhaldandi megnar at vera við í FM stríðnum. Meðan Skála hevur 8 stig niður til niðurflyting og tykist ikki vera eitt lið, sum kemur í vanda fyri at flyta niður í ár.
Ætla at bjóða KÍ av
Venjari hjá Skála er Pauli Poulsen, sum áður m.a. hevur verið hjálparvenjari hjá KÍ og tískil kennir nógvar av KÍ leikarunum væl. Hann sigur, at Skála liðið er svangt eftir at fáa stig eftir eina keðiliga byrjan eftir summarsteðgin.
– Vit eru nøgdir við at munurin niður til niðurflyting er 8 stig, men eru ikki nøgdir við úrtøkuna eftir summarsteðgin. Serliga móti TB høvdu vit ætlað at fingið meir burturúr, sigur Pauli Poulsen við Norðlýsið.
Hann staðfestir, at uppgávan hjá Skála er stór fríggjakvøldið, men at Skála fer eftir at fáa stig.
– Hetta er dystur á Summar Festivalinum og tí vera karmarnir góðir og nógvir áskoðarar. Hendan dystin gleða leikararnir seg til. Jákup Johansen er ivasamur, meðan Pauli G. Hansen neyvan fær spælt leingi. Hinvegin vóna vit at fáa Ara Olsen kláran. Hjá okkum er neyðugt at raka ein góðan dag, tí vit møta einum góðum KÍ liðið, sum er sterkt á øllum plássum og eisini hevur sterkan bonk, sigur Pauli Poulsen.
Uppá spurningin um teir á Skála hava lúrt av, hvussu ÍF vann í Klaksvík sigur hann soleiðis: – ÍF hevur eitt lið sum passar til at spæla uppá ein ávísan máta, meðan vit hava okkara egna máta, so tað ber ikki orduliga til hjá okkum bara at gera tað sama sum teir. Men vit ætla okkum at spæla ein góðan dyst og báðir dystirnir móti KÍ hava verið javnir, har liðini áttu ein hálvleik í part í Klaksvík, meðan hin dysturin var javnur allan vegin, sigur Pauli Poulsen at enda.




