Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skála nýggjan venjara

Oliver Joensen

Í tíðindaskrivi ídag, boðar Skála Ítróttarfelag frá, at Dragan Kovacevic skal venja fremsta fótbóltsliðið hjá felagnum næstu tvey árini.

Tíðindaskriv
 
 
 
Við hesum verður boðað frá, at avtala er gjørd við Dragan Kovacevic um, at hann skal vera venjari hjá besta liðnum hjá Skála Ítróttarfelag næstu tvey árini.
 
Dragan er serbi, men kennir føroyskan fótbólt rættiliga væl, tí hann hevur verið venjari her í fleiri umførum. Í 2002 og í fjør vandi hann VB/Sumba, og í ár hevur hann vant B71, sum hann nú hevur leitt upp í Formuladeildina.
 
Dragan er føddur tann 28. apríl í 1956, í Banatski Brestovac í Serbia, er giftur og hevur tvey børn. Hann hevur hægstu venjaraútbúgving úr heimlandinum, og hevur drúgvar fakligar royndir. Umframt at hava starvast sum venjari í Føroyum, hevur hann eisini starvast sum venjari í Serbia, bæði hjá vaksnum og hjá yngri.
 
Skála Ítróttarfelag hevur sett Dragan Kovacevic í starv sum høvuðsvenjari, og sum slíkur kemur hann at hava ábyrgdina av Formulaliðnum. Harumframt kemur hann eisini at hava ábyrgdina av ungdómsvenjingini, og saman við venjarunum hjá teimum einstøku liðunum fer hann at leggja venjingina hjá teimum yngru til rættis. Ætlanin er eisini, at hann skal vera við í venjingini í tann mun tað er gjørligt.
 
– Vit fegnast um, at tað hevur eydnast okkum at fáa avtalu í lag við Dragan Kovacevic. Hann er ógvuliga málrættaður í sínum arbeiði, og er stak fyrikomandi sum persónur. Vit hava leingi havt ætlanir um at fáa størri ferð á ungdómsarbeiðið hjá felagnum, og henda loysnin gevur okkum tann møguleikan, sigur Hans Jákup Andreasen, formaður.
 
 
Við ítróttarkvøðu
 
 Skála Ítróttarfelag